Tað er Eydna Elttør, ið skal taka sær av rakstrinum av Hotel Skálavík, ella tí sum fyrr nevndist Depilin í Skálavík.
Eydna Elttør er ættað úr Vági og hevur arbeitt á Smyril Line síðani 2010.
Tá vit spyrja Eydnu Elttør, um vit fara at síggja stórar broytingar á Hotel Skálavík, nú hon tekur við starvinum 1. august, er Eydna lítillátin og sigur, at tað verður arbeitt eftir sama konsepti sum frammanundan.
Tó, Hotel Skálavík hevur ikki verið undir Smyril Line regi leingi. Tað var í apríl/mai, at Smyril Line yvirtók raksturin, so tíð var ikki til stórar tilrættarleggingar áðrenn byrjað varð.
Sjálvandi fari eg at fylgja neyvt við rakstrinum og fari at hava eyga við tíð, ið broytast kann til tað betra.
Annars er at siga, at tað hevur gingið sera væl við hotellinum her í summar. Hotellið hevur verið fult upptikið og vit hava fingið góðar afturmeldingar frá viðskiftafólki.
Vit útbyggja framhaldandi umstøðurnar hjá familjum at búgva her. Sum nakað nýtt, so hava vit fingið nýggjar grillklyvar, sum gestir kunnu leiga tríggjar tímar um dagin, har tey antin kunnu hava mat við sjálvi, ella keypa ein av grillpakkunum hjá okkum. Men við í leiguni er grillkol og tað sum skal til fyri at halda grilluna heita.
Nú summarið er í hæddini, eru vit farin undir at fyrireika okkum til veturin, og har er ætlanin at Hotel Skálavík skal bjóða seg fram til fyritøkur at hava fundir. Vit hava ein vanligan fundarpakka, har fyritøkur kunnu koma og fundast og fáa eitthvørt til matnað. Men eisini er møguleiki at gista eina nátt og keypa ein luksus fundarpakka. Jólafrokostar verða eisini á skránni og eisini fara vit at hava familjutilboð til vikuskiftini.
Hotellið er væl fyri við seingjarplassi, bæði til familjur og til hjún. Eisini leiga vit eina íbúð út á hotellinum, so her eru møguleikar til einhvønn tørv, sigur Eydna Elttør, nýggjur stjóri á Hotel Skálavík.




