House of Cards er ein amerikonsk politisk sendirøð, sum setir spenning og kaldan politikk í hásæti. Høvuðspersónurin, Frank Underwood er sera kaldur og ger alt, fyri at sleppa at valdinum. Verða kaldir og kýniskir háttir brúktir í føroyskum politikki, spyrja vit nakrar føroyskar politikarar. Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at óerligir háttir eisini verða brúktir í Føroyum.
House of Cards er ein amerikonsk politisk sendirøð, sum setir spenning og kaldan politikk í hásæti. Høvuðspersónurin, Frank Underwood er sera kaldur og ger alt, fyri at sleppa at valdinum. Verða kaldir og kýniskir háttir brúktir í føroyskum politikki, spyrja vit nakrar føroyskar politikarar. Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at óerligir háttir eisini verða brúktir í Føroyum.
– Jú eg hyggi eftir House of Cards, byrjar Janus Rein at greiða frá.
– Mær dámdi best fyrstu sendirøðina. Eri júst byrjaður upp á ta triðju sendirøðina. Sera undirhaldandi, men ómetaliga vilt. Eg meini so við, morð og alt annað. Uttan at kenna til, hvussu amerikanskur politikkur fyrigongur handan tjøldini, haldi eg, at okkurt av tí helst er sannlíkt, men tó nógv krydrað við ’american entertainment’.
Janus metir tó, at arbeiðshættirnir hjá tí ófólkaliga Frank eru undarligir:
– Eg haldi eisini at arbeiðsmetodurnar í tráðanini hjá Frank eru undarligar. Nærum alt, hann fyritekur sær, er “vinn ella forsvinn” kamekaze stílur. Onki stórvegis hugsni um ’konsekvensberokningar’ og avleiðingar av sínum gerðum. Nærum alt hjá honum er hasardspæl. Tí viðvíkjandi dettur ketan hjá mær fullkomiliga av. Trúgvi ikki at hatta er nær veruleikanum, sjálvt í USA. Kanska parturin um pengastreymarnar og Tusk finnast í onkrum formati í USA.
Borgen er meira veruleikakend politisk, meinar Janus Rein:
– Í Danmark gjørdu tey fyri ikki so langari tíð síðani sendirøðina “Borgen”. Ta sendingina dámdi mær eisini sera væl. Haldi at hon upp á fleiri mátar var meiri veruleikakend.
Er tað nakar í Føroyum sum er soleiðis? Kennir tú nakað aftur, spyrja vit løgtingsmannin:
– Nei tað meti eg ikki. Trúgvi ikki at nakar er sum er so grov/grovur sum Francis, sum høvuðsperónurin eisini verður nevndur. Tað eyðmerkta við Francis er, at hann allatíðina arbeiðir við “vinn ella forsvinn” metoduni. Hann ger ikki annað enn at taka kjansir, og tekur absolutt einki atlit til onnur enn seg sjálvan. Nógvir politikkarar eru helst sum í (ov) stóran mun takað atlit til sín sjálvs og síni, og ikki til samfelagið sum heild. Men, nei, neyvan er nakar sum Francis.
Janus sigur seg tó kenna til óerligt politisk spæl í sínum politiska lívið. Tað er keðligt við avtalubrotum:
– ’Back-stapping’ metodur haldi eg meg leggja til merkis, verða brúktir av fleiri (óerligt spæl). Fyri meg hevur álit og loyalitetur nógv at siga. Tosar mann við meg um okkurt, so fer tað ikki víðari. Ger mann eina avtalu við meg, so haldi eg til hana. Men soleiðis er langt frá við nógvum politikkarum. Tað harmar meg mangan, tí tað er so ringt at stóla upp á nógvar av teimum, eisini sjalvt um mann skal arbeiða saman við teimum um td. eitt ávíst mál, fortelur Janus og sigur víðari:
– Tað er fyri at siga sum er í mínum hugaheimi ómetaliga keðiligt. Á tann hátt eru væl fleiri (uttan at nevna nøvn), sum arbeiða sum Francis við ’doble-crossing’ og ’back-stapping metodum’. Td. heldur mann, at mann hevur avtalu við ein, men so eru tað bert tóm orð. Francis er dugnaligur til, og brúkar tað nógv, at lata fólk, hann samstarvar við, halda, at tey hava ávísa avtalu ella felags meining/stev um okkurt ávíst, fyri síðan at hava fjalda dagsskrá um júst tað mótsatta.
LES EISINI:
House of Cards: – Eg kenni eitt sindur aftur í mínum politiska lívi




