House of Cards er ein amerikonsk politisk sendirøð, sum setir spenning og kaldan politikk í hásæti. Høvuðspersónurin, Frank Underwood er sera kaldur og ger alt, fyri at sleppa at valdinum. Verða kaldir og kýniskir háttir brúktir í føroyskum politikki, spyrja vit nakrar føroyskar politikarar. Fyrstur í røðini er Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
House of Cards er ein amerikonsk politisk sendirøð, sum setir spenning og kaldan politikk í hásæti. Høvuðspersónurin, Frank Underwood er sera kaldur og ger alt, fyri at sleppa at valdinum. Verða kaldir og kýniskir háttir brúktir í føroyskum politikki, spyrja vit nakrar føroyskar politikarar. Fyrstur í røðini er Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Triðja sendirøðin kom út fyri góðari viku síðani og heili 57 milliónir hyggjarar hava atgongd til hesa sendirøðina á Netflix.
– Eg haldi at serian er fantastiska spennandi. Eg bleiv fullkomiliga bitin, tá eg sá hana, fortelur Hanus Samró.
Hanus sigur at hendan kalda sendirøðin er grundarlagið fyri ”Hans Jensen”, sum er bók, ið Hanus hevur givið út:
– So mikið hugtikin gjørdist eg, at eg brúkti sendirøðina sum íblástur til politisku spenningssøguna ”Hans Jensen,” ið kom út í 2013. Høvuðspersónurin byggir á persónligheitina hjá m.a. Frank Underwood.
Spurdur um sendirøðin ímyndar nakað av amerikanska veruleikanum, ella um at amerikanskur poltikkur veruliga er so harður, svarar Hanus Samró soleiðis:
– Tað dugi eg ikki at meta um. Eg kenni ikki amerikanskan politikk innanífrá, men sendirøðin byggir ið hvussu so er á teir fordómar, sum eg havi um amerikanskan politikk.
Lobbyisman er ógvuslig
– Tað kemur serliga til sjóndar, hvat viðvíkur lobbyismu, tí um hugt verður eftir, hvussu nógvar pengar feløg brúka uppá lobbyismu, eru tað ørandi upphæddir. Sambært tølunum frá ”Senate Office of Public Records” brúkti feløg 3.23 milliardir dollarar uppá lobbyismu í 2014. Tað eru harumframt 11.781 almennir lobbyistar til 471 kongresslimir (írokna house of senats). Tað eru út við 7 millióinir dollarar pr. kongress lim. Tað eru ikki hissini upphæddir. ”House of Cards” tekur eisini hendan vinkulin við, men tey fara nøkur stig afturat, har kvinnuligur journalistur verður útnytta seksuelt, áðrenn hon varð myrd, fortelur og avdúkar Hanus samsundis.
Lærir onki – bert undirhald
Hanus Samró letur seg bara undirhalda av hesi sendirøðini: – ”House of Cards” er tað reina undirhald.
Men hann leggur afturat, at slíkir arbeiðshættir eru at síggja føroyskum politikki. Men hann metir ikki, at nakar er júst sum Frank Underwood, ið roynd og veru drepur fyri at sleppa í eina betri politiska støðu:
– Eg havi í royndum hugsað, um vit hava nakran Frank Underwood í Føroyum? Hava vit hann ímillum okkum? Men eg má bara ásanna, at eg havi ikki funnið hann. Ikki beinleiðis. Onkrar eginleikar kennir man aftur, men tað er bara ein Frank Underwood.




