Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høvnin rokfiskiskap

John William Joensen

Í fýra útróðardagar hava tey seks umborð á Høvnini úr Leirvík fiskað fyri 420.000 krónur

Síðani á nýggjárinum hevur Høvnin verið fýra dagar til útróðrar avreitt varð ávíkavist 8.000 pund, 11.000 pund, 8.000 pund og seinasta dagin 9.500 pund

Kjartan Joensen, reiðari, sigur at flestu dagarnar hevur umleið tveir triðingar av veiðini verið toskur.

– Besta dagin hevði Høvnin ein miðalprís uppá 25 krónur, men annars hevur miðalprísurin ligið um 21 til 23 krónur pr. kg.

– Sostatt hava tey avreitt fyri góðar 420.000 krónur í fýra dagar og tí er neyvan ov nógv sagt at hýrurin umborð má verða góður.

Við Høvnini eru:
Mortan Bjartalíð, skipari
Bruno Joensen, maskinmaður
Hákun Justinussen, dekkari
Edmund Thomsen, dekkari
Eydis Bjartalíð, dekkari
Karsten Hansen, dekkari

Til stuttleika kunnu vit nevna at skiparin, Mortan Bjartalíð, og Eydis Bjartalíð, á dekkinum, eru hjún.