Robin Gibb megnaði ongantíð at fanga áhoyrarafjøldina í kvøld. Nærum einans “Stayin’ Alive” sum seinasta lagið fekk fólk at rassast við eitt sindur.
Vit, sum eru komin nakað upp í árini, gleddu okkum sjálvandi at síggja Robin Gibb frá sum einaferð var partur av Bee Gees, á palli á Vágsbø, men fyri mær leveraði hann als ikki vøruna.
Sigast skal, at sangararnir og orkeystrið vóru frammúr, men sjálvt høvuðsnavnið megnaði ongantíð at fanga áhuga mín, tí røddin og maðurin vóru alt ov annonym hóast teir høvdu arbeitt við ljóðinum stóran part av degnum, so var heildarmyndin als ikki nøktandi. Ikki fyrr enn upp undir endan av framførðsluni var ljóðið sum tað átti.
Spell, tí forvæntningarnir vóru stórir í hvussu so er frá okkum tilkomnu og fyrireikararnir til Summarfestivalin 2009 høvdu fyrireika alt væl, við palli, og anleggi, sum sjálvt kræstnastu musikararnir siga gott fyri.
Oliver




