Øll tit, sum sóu meg í Degi og Viku í gjárkvøldið eiga at fáa at vita, at SVF krógvaði nógvar av sínum egnu spurningum burtur.
Tað er ikki sørt hugstoytt, at teir koma norður her, bara at stilla mær nakrar spurningar, ið teir sjálvir hava gjørt, og so tora teir ikki at senda svarini.
Ein spurningur var eitt nú nakað sum so:
Norðlýsið verður sagt at vera eitt sambandsblað?
Eg svari:
Vit eru ikki betri sambandsblað enn tit eru ein tjóðveldismiðil!
Greiddi eisini frá, at Norðlýsið hevði arbeitt hart ímóti sambandsflokkinum eitt nú tá undirsjóvartunnilin til Leirvíkar var fyri og ikki minst tá Ejdesgaard og Edmund arbeiddu fyri at leggja allar Føroyar í eitt valdømi, sum er ein katastrofa fyri útjaðarin í føroyska samfelagnum.
Nógvir aðrir spurningar, eitt nú um at eg helt, at tað var vánaligt av Kringvarpinum ikki at hava eina deild í Klaksvík, tí vit eru hóast alt um 10% av fólkatalinum og tí áttu vit at fingið rúmd í hvussu so er til tað. Er eitthvørt lítið átak í Smiðjuni í Lítluvík ella aðrastaðni í høvuðsstaðnum, so er kringvarpið á staðnum, ímeðan tað er sera sjálvdan at kringvarpið kemur hendavegin.




