Tað er syndarligt hvussu lítið og út av lagið vánaligt høvuðsstaðar-pressan hevur dekka silda og makrel málið! Í kvøld hoyrdu vit Útvarpsmann í samrøðu við tíðindaleiðaran í Miðlahúsinum sum eins og Kringvarp Føroya næstan ikki hevur víst málinum áhugað og evni í samrøðuni var leiðari í Sosialinum har skrivað var um at løgmaður var farin til Barmuda nakrar dagar????
Tað er syndarligt hvussu lítið og út av lagið vánaligt høvuðsstaðarpressan hevur dekka silda og makrel málið! Í kvøld hoyrdu vit Útvarpsmann í samrøðu við tíðindaleiðaran í Miðlahúsinum sum eins og Kringvarp Føroya næstan ikki hevur víst málinum áhugað og evni í samrøðuni var leiðari í Sosialinum har skrivað var um at løgmaður var farin til Barmuda nakrar dagar????
Løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava sama við embætisverkinum koyrt uppá “overdrive” seinastu mánaðarnar – meðan Kringvarpið og høvuðsstaðarpressan hevur hildið langa summafrí. Tað var Norðlýsið sum greiddi føroyingum frá at landsstýrið sæt á kreppufundi í keypmannahavn og tað var Norðlýsið sum vísti beinleiðis frá tíðindafundi í Bruxell tá Maria Damanaki kunngjørdi revsiátøkini. Kringvarpið og høvðusstaðarpressan hevur ikki enn megnað at greitt frá sjónarmiðunum pørtunum báðum – tað hevur Norðlýsið og meðan allir aðrir føroyskir miðlar bert hava havt útsagnir frá føroysku skipanini um málið hava vit her á Norðlýsinum megna at fingið viðmerkingar frá ES kommiserinum og øðrum embætisfólki í Bruxell.
EINGIN FØROYSKUR tíðindamaður var til staðar í Bruxell tá høvið var at seta kritiskar spurningar beinleiðis til ES kommiserin!!! Til staðar vóru írsk, dons, skotsk, íslendsk tíðindafólk.
Vit høvdu tíanverri heldur ikki umstøður at fara – men høvdu vit fingið 60 mió. kr. árliga frá landinum ella 300.000 kr frá privatari fyritøku hvønn mánað- so høvdu vit ikki ivast. Vit valdu tó at vísa tíðindafundin beinleiðis – sum er meira enn nakar annar gjørdi.
Støðan er í stuttum tann at Føroyar kunnu ikki slaka fyri ES og tað hevur verið greitt líka síðan 11. juli at Føroyar undir ongum umstøðum fóru at slaka og tí er einki sum talar fyri at nøkur sum helst semja fæst í braði millum Føroyar og hini strandalondini. Tað eru í løtuni heldur eingi sannlíkindi fyri at strandalondini fara at semjast við Føroyar í heyst. ES vil ikki samráðast við Føroyar uttan so at Føroyar ganga við til eina “ógvusliga” skerjing av Makrel og silda fiskiskapinum. At føroyskir miðlar brúka orku og tíð uppá hvar Føroya Løgmaður er staddur – vísir bara hvussu illa teir hava sett seg inn í málið og dekka tí málið í besta Ekstrablað stíli har tað næsta verður óiva at vit síggja myndir av Vestergaard á fjalli og Løgmanni í svimjubuksum.




