Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høvuðstíðindini hjá Kringvarpinum reint bluff??

John William Joensen

Sendingar, sum vóru gjørdar fyri fimm árum síðan í Lindini, eru nú vorin ein trupuleiki fyri starvsfólk í Kringvarpinum

Norðlýsið hevur roynt at fingið viðmerking frá nývalda formanninum fyri Kringvarp Føroya men hann vil ikki gera viðmerkingar.



Á middegi í dag vóru høvuðsstíðindini í ÚF at nýggi formaðurin í nevndini fyri kringvarpið var innhabilur tí at hann stóð sum ábyrgdarmaður fyri sendingar í kristnu útvarpsstøðini Lindin. 



Norðlýsið spurdi Lindina um hesi viðurskifti og fekk at vita at tala var um 70 sendingar sum vóru gjørdar fyri fimm árum síðan.



Sendingarnar hava síðani verið endirsendar og sambært heimasíðuni hjá Lindini er Símun Absalonsen framvegis vertur í sendingunum.





Ein kundi tó roknað við at Kringvarpið var somikið at sær komið at ein kannaði tíðindini nærri enn bert við at vitjað heimasíður á internetinum. 



Ein kann kanska spyrja um tað ikki er innhabilur tíðindaflutninur tá ein sjálvur smíðar tíðindi um sítt egna stýrið!!



Nývaldi formaðurin fyri Kringvarpið hevur sostatt einki tilknýti til Lindina – uttan gomlu sendingarnar sum framvegis verða endursendar.