Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høvuðsveitari av útgerð til heimsins bestu alarar

Tíðindaskriv

Støðug framgongd hevur verið í føroysku alivinnuni tey seinnu árini og hevur alideildini á Vónini við Norðskála verið ein part av tí

Eftirspurningur eftir útgerð, ið hóskar til umstøðurnar í Føroyum, hevur givið fyritøkuni stórar avbjóðingar til at víðka um vitan, tænastu og vøruúrval og at menna útgerð, ið lýkur tey høgu krøvini, sum kundarnir seta. Hóast hetta er farið fram innan fyri sera stutta tíð, hevur Vónin møtt avbjóðingunum væl, og móttøkan í alivinnuni talar fyri seg.


Serliga sterk útgerð í Føroyum

”Tær serligu umstøðurnar hjá alivinnuni í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um tað harðføra veðrið og tann harða streymin, hava givið okkum eitt gott høvi til at menna og royna aliútgerð, sum livir upp til allarhægstu krøv,” sigur Signar Poulsen, leiðari á alideildini. ”Hetta halda vit sæst aftur í teimum vørum og tænastum vit bjóða. Tann føroyska alivinnan hevur tikið stak væl ímóti okkara útgerð so sum alinótum, fortoyningum og okkara nýggju aliringum o.a. Og tað, sum eisini ger alt hetta enn meira spennandi, er at vit nú merkja meira og meira til áhuga frá útlendskum alarum, tí at teir kunna vera vísir í at tann útgerðin, sum heldur í Føroyum heldur alla aðrastaðni.”


Nýggjar aliringar

Teir nýggju aliringarnir hjá Vónini eru gjørdir við plastikbesløgum og eru sniðgivnir til tað harða føroyska veðurlagið. Hesir aliringar eru teir einastu í heiminum, sum bæði hava plastikbesløg og frástøðustengur millum plastikbesløgini. Við at hava frástøðustengur í staðin fyri at seta besløgini føst, er ringurin so at siga sjálvreinsandi. Hóast tað vóru nakrar avbjóðingar við teimum fyrstu ringunum, so hava alararnir tikið væl ímóti teimum, og eru ordrar komnir úr bæði Føroyum og Íslandi.


Fuglanetskipan

Tað sama er galdandi fyri tey nýggju fuglanetini, sum felagið júst er komin á marknaðin við, sigur Signar Poulsen.

“Hetta eru sera sterk og smidlig fuglanet við einum toppneti og einum síðuneti, og eru bæði síða og toppur framleidd úr sterkum Dyneema neti, fyri at tey skulu vera so løtt sum gjørligt. Til hesi fuglanetini bjóða vit eisini fullfíggjaðar stengurskipanir til bæði nýggjar og gamlar aliringar.

Vónin framleiðir eisini tey vanligu fuglanetini, og kunna tey leverast við ongum, fýra ella átta línum frá miðjuni og út á síðulínuna, og við ella uttan rustfríðum stálringi í miðjuni. Til hesi fuglanet er Vónin eisini farin at framleiða haldarar gjørdir úr HDPE-100, ið er sama dygdartilfar, sum aliringarnir eru framleiddir úr.


Nýggja vaskimaskinu

Umframt at selja útgerð til alivinnuna, bjóðar Vónin eisini sínum kundum ymiskar tilhoyrandi tænastur, eitt nú vasking, barking, viðlíkahald og goymslu av alinótunum. Til at vaska alinótirnar hevur Vónin serligar vaskimaskinur, og hevur nýliga gjørt stóra íløgu í eina nýggja og størri maskinu, sum verður sett upp í næstum.


Aqua-logg

Aqua-logg er navnið á eini nýggjari tænastu, sum Vónin fer at bjóða øllum teimum føroysku alararunum. Aqua-logg er ein skrásetingar- og viðlíkahaldsskipan har øll útgerðin hjá alarunum verður skrásett. Við hesi skipan kann alarin skjótt og lætt rita inn á netinum og fáa eitt fult yvirlit yvir alla sína aliútgerð. Ætlanin er at fáa hesa skipan at koyra innan stutta tíð.