Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hoyrdi ikki spurningin, men svarið er noy !

Eyðgunn Samuelsen

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Hoyrdi ikki spurningin, men svarið er noy ! Soleiðis er ein kendur klaksvíkingur endurgivin fyri at svara øllum spurningum, ið hann fekk, uttan mun til, hvat ið teir snúu seg um. Hesa søgu kom eg at hugsa um nú eg og aðrir politikarir, hava fingið hesar JA/Noy spurningar frá Norðlýsinum:

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Hoyrdi ikki spurningin, men svarið er noy ! Soleiðis er ein kendur klaksvíkingur endurgivin fyri at svara øllum spurningum, ið hann fekk, uttan mun til, hvat ið teir snúu seg um. Hesa søgu kom eg at hugsa um nú eg og aðrir politikarir, hava fingið hesar JA/Noy spurningar frá Norðlýsinum:

1) Skullu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?

2) Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunnlunum eftir at íløgan er afturgoldin?

Fjølmiðlar hava ofta lyndi til, at seta tingini einføld upp. Ofta fáa vit spurningar, har bert ein svar møguleiki er. Spurningurin er hví teir gera tað ? Er tað fyri at upplýsa borgaran ella er tað tí at tíðin er knøpp á redaktiónini. Tíðinda stubbar skulu út javnt og samt, og tá kemur tað lættliga at snúgva seg um nøgd, heldur enn innihald. Spurningurin er, hvat er so áhugavert fyri borgarin, at lesa nakrar ja/noy spurningar frá politikarunum.

Spurningur 1 : Skullu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?

Skal eg velja at svara ja ella noy ? Tí spurningurin er ikki so svart hvítur, sum tað letur til ?

Svarið eg JA, so er tað tí, at eg haldi tað er ódámligt at gera víðfevndar broytingar í vallógini, beint uppundir eitt val, av teimum ið skulu veljast eftir nýggju skipanini. Tað hendi, tá ið vit fingu eitt valdømi. Haldi ikki tað ger støðuna betur, um vit nú endurtaka tann feilin og broyta skipanina, beint uppundir valið, komandi. Vit eiga at viðgerða henda spurning, beint eftir eitt løgtingsval, so málið kann lýsast sakliga og støða kann takast til møguligar broytingar, í góðari tíð, áðrenn eitt komandi løgtingsval.

Svarið eg NOY, so er tað tí, at eg framhaldandi meti tað verða óheppi, at ongin lokalumboðan er tryggja við hesi skipanini. Ein onnur orsøk kundi verið, at einstaklingar og tað, at eiga nógvan pening, er vorðið alt ov dominerandi síðan vit fingu eitt valdømi. Skal ikki siga valdømi er orsøkin, men trupuleikin er, í hvussu so er, meira sjónligur nú.

Spurningur 2 Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunnlunum eftir at íløgan er afturgoldin?

Eisini her ber til at svara JA ella NOY við hald góðum grundgevingum.

NOY kunnu vit svara útfrá tí grundgeving, at tað ongantíð var ætlanin, at gjaldi skuldi halda fram.

JA kunnu vit svara, við at seta spurningin, hvat vóru fortreytirnar, tá ið landið fór undir tunlarnar ? Sum eg skilji málið, so er ógreitt, hvat ið ætlanin var, tí eigur samgongan at koma í løgtingi við eini lóg, ið neyvt ásetir hvør skipan skal vera galdandi framyvir.

So góði lesari, ein kann svara tvey nokso tilvildarlig JA og/ella NOY til hesar spurningar. Haldi sjálv, at grundgevingarnar omanfyri, geva meira innlit í spurningarnar, enn eitt svart/hvítt Ja ella noy svar, uttan nakra grundgeving yvirhøvur.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna