Team Klaksvík skelkaði alla Hoyvíkina, sum helst hevði kannað sær hálvfinalupláss áðrenn dystin sunnudagin.
H71 hevði 2 stig við tryggum sigri móti STÍF, meðan Team Klaksvík hevði tapt móti Kyndli á heimavølli í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í steypakappingini í hondbólti. Tí var lagt upp til, at H71 fór at tryggja sær pláss í hálvfinaluni við at vinna á Team Klaksvík á heimavølli.
Men so bleiv ikki. Hoyvíkingar fóru skelkaðir til hús í dag, tí plássið í hálvfinaluni er nú í vanda. Team Klaksvík var væl fyri til hendan dystin og skjótt sást, at hetta bleiv ikki nakar avgreiðsluspurningur hjá H71, sum onkuntíð fyrr. Fyrrverandi H71 leikarin Bogdan Florea var ikki blíður móti sínum fyrrverandi liðfeløgum og smekkaði 10 av 14 málum inn fyri Team Klaksvík í fyrra hálvleiki. Hóast hoyvíkingar royndu t.d. at mansuppdekkað skjúttarnar hjá Team Klaksvík, so hjálpti tað ikki. Endaliga úrslitið var 27-25 til klaksvíkingar.
Nú er eitt umfar eftir í bólkaspælinum í steypakappingini og stórur spenningur um at sleppa víðari. Kyndil hevur fult stigatal og 4 stig. Team Klaksvík og H71 hava 2 stig, meðan STÍF hevur 0 stig.
Mikukvøldið spæla Kyndil og H71 í Høllini á Hálsi, meðan Team Klaksvík møtir STÍF á Skála. Báðir dystirnir byrja kl. 20.00.
Portalurin hevur fleiri myndir frá dystinum og tær kunnu síggjast HER




