Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hoyvíkingar vitja fríggjakvøldið

Jákup Ósá

Team Klaksvík fær fríggjakvøldið vitjan av H71 í Atlantic Airways deildini.

Team Klaksvík liggur framvegis aftast í kappingini og fekk bank seinast frá Neistanum í Havn. Men munurin upp til tey nærmastu á stigatalvuni er ikki stórur. Team Klaksvík hevur 6 stig og bara 5 stig eru upp til H71 á 3. plássi. H71 kappast í løtuni við serliga Kyndil um at fáa annað finaluplássið, har VÍF eftir øllum at døma verður annað liðið.

Í Klaksvík plagar Team Klaksvík at geva teimum flestu harða mótstøðu, men enn hevur liðið fyrsta heimasigurin til góðar. Úrslitini í ár á heimavølli hava verið:

Team Klaksvík-KÍF 30-32

Team Klaksvík-Neistin 22-28

Team Klaksvík-VÍF 21-27

Team klaksvík-Kyndil 23-25

Team klaksvík-STÍF 21-24

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll fríggjakvøldið byrjar kl. 20.00