Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HR í Føroyum yvirtekur HR-pallin Notion 

Tíðindaskriv

Áhugafelagið HR í Føroyum yvirtekur heimasíðuna Notion, sum Alexandra á Dul hevur rikið. Um heimasíðuna sigur Alexandra, at tað hevur verið læruríkt at ment og umsitið eina heimasíðu. Gjøgnum heimasíðuna hevur hon fingið eitt netverk í HR-heiminum í Føroyum, og persónliga hevur hon fingið nógv góð samstørv í lag.

– Samstundis hevur hetta verið ein spennandi uppgáva! At sleppa at varpa ljós á HR og ymisk starvsfólkaviðurskifti umframt at seta sjóneykuna á tað týdningarmesta tilfeingið, sum arbeiðspláss eiga, nevniliga starvsfólk, hevur verið gevandi, serliga tí afturboðanir frá lesaranum hava verið jaligar. Eitt annað heilt serligt hevur verið tann stuðulin, ið heimasíðan hevur fingið frá dugnaligum fólki í Føroyum. Ein serlig tøkk til øll, ið hava stuðlað við áhugaverdum greinum, og sum hava givið sær stundir til at vitja heimasíðuna. 

Framtíðarinnar HR-pallur

Framtíðarinnar HR-pallur í Føroyum verður nú ogn hjá HR í Føroyum, men øll eru vælkomin at vitja pallin og lesa um áhugafelagið o.a. Komandi tíðina fer áhugafelagið at gera ymiskar tillagingar á heimasíðuni. Eitt nú verður KJAKGLUGGIN bara fyri limir. Hetta merkir, at kjakinnsløg higartil og limir verða strikað.

Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni á HR-økinum.