Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HSF hevur greiðar leiðreglur fyri danskar leikarar

Jákup Ósá

Bæði Peter Krogh og Nicklas Selvig eru á føroyska A-landsliðnum í hondbólti.

Bæði Peter Krogh og Nicklas Selvig eru á føroyska A-landsliðnum í hondbólti.

Í vikuni hava vit lýst, hvør støðan er á føroyska A-landsliðnum í fótbólti, tá tað kemur til danskar leikarar. Danskir leikarar, sum hava búð í tvey samanhangandi ár í Føroyum, kunnu spæla við føroyska A-landsliðnum. Men FSF hevur ongan yvirskipaðan politikk, tí áðrenn nakar slíkur spurningur skal viðgerast, so skal landsliðsvenjarin hava ynski um at fáa ein leikara. A-landsliðsvenjarin Lars Olsen hevði ongar viðmerkingar til málið fyrr í vikuni, so leingi sum hann ikki hevði tosað við FSF.

Á føroyska hondbóltslandsliðnum eru fleiri danskir leikarar í løtuni. Petur Krogh og Nicklas Selvig hava m.a. spælt summar dystir seinasta árið. Úr HSF sigur Hallur Danielsen, at greiðar niðurskrivaðaðar leiðreglur eru á økinum. – Orsøkin til hetta er, at vit hava havt m.a. fleiri danskar leikarar í føroysku kappingini, sum eru blivnir partur av føroyska samfelagnum. Hava fingið familju og børn í Føroyum, tosa og skilja føroyskt og summir hava havt ynski um at spælt á føroyska landsliðnum. Síðani hava vit mett, at teir hava kunnað givið okkara landsliðið nakað, serliga í okkara støðu nú, har vit ikki hava so nógvar eldri leikarar, meðan vit byggja okkara A-landslið upp, sigur Hallur Danielsen.

Fyri danskar og grøndlendskar leikarar eru hesir reglar:

§3 Danir/grønlendingar og útlendingar

Stk. 1 Danir/grønlendingar, sum hava búð tvey ár í Føroyum og framvegis búgva í Føroyum, kunnu takast út til føroyska hondbóltslandsliðið.

Stk. 2 Danir/grønlendingar, sum hava búð 7 ár í Føroyum tilsamans, kunnu takast út til føroyska hondbóltslandsliðið.

Stk. 3 Danir/grønlendingar, sum hava føroyska mammu ella pápa, og sum ikki búgva í Føroyum, kunnu takast út til føroyska hondbóltslandsliðið.

Stk. 4 Dani/grønlendingur ella útlendingur, sum hevur spælt altjóða skrásettan landsdyst fyri Føroyar, men eftirfylgjandi er fluttur úr Føroyum, kann framhaldandi takast út til landsliðið, um hann hevur føroyskan/danskan ríkisborgaraskap.

Tá vit spyrja, um vandi ikki er fyri, at ein støða kann íkoma, har t.d. helvtin av føroyska landsliðnum gongur runt og tosar danskt, so sigur Hallur, at tað er nakað sum teir eru tilvitaðir um at fylgja við.

– Hatta er ein góður spurningur og nakað, sum vit eru tilvitaðir um má ikki henda. Tí føroyska A-landsliðið skal altíð hava ein føroyskan samleika, so vit duga at síggja, at hatta er eitt vandamál, sigur Hallur Danielsen við Norðlýsið.

Mynd: HSF (Peter Krogh í landsdysti fyri Føroyar)