Seinnapartin fríggjadag vóru vinnararnir í kappingini European Business Game funnir. Vinnararnir skulu luttaka í finaluni í Norður Italia í summar.
Í dag vóru EBG-vinnararnir 2008 útnevndir í býráðssalinum í Klaksvík. Hesuferð luttóku bert tveir bólkar og báðir vóru frá Tekniska Skúla í Klaksvík. Dómaratrýbólkurin, Sigmar Jacobsen (Føroya Banki), Egon Joensen (Vinnuhúsið) og Brynhild Setberg (Eik) útnevndi bólkin SeCure til vinnara. Næmingarnir í hesum bólkinum eru Bergur I. Johansen, Jón Kamar Joensen, Jógvan Sámal Poulsen Evald Johannesen og Súsanna Á. Joensen. Bólkurin, SeCure hevur ment ein bjargingarring, sum er munandi tryggari og lættari enn, tann sum vit vanliga síggja umborð á skipum og bátum.
Nr. 2 gjørdis bólkurin ASP (Automatic Stirring Pot), sum hevur útviklað eina serliga kókigrýtu við sjálvvirkandi pískara. Í hesum bólkinum eru Vígdis Syderbø, Ránnvá Isaksen og Jákup Dahl Olsen.
Undir útnevningini førdu dómararnir fram, at hetta eru tvey spennandi hugskot, sum eiga at geva stigtakarunum áræði til at arbeiða víðari við.
Vinnandi bólkurin skal luttaka í evropeisku kappingini, sum í ár verður í norður Italia.




