Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HT-næmingar vinnarar á Klima09

(Rúni Heinesen)

Næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík hava gjørt vart við síni evni at gera stuttfilm

Í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn hevur verið høvi hjá miðnámsskúlanæmingum úr øllum norðanlondum, at senda inn ein stuttfilm innan evnið "Veðurlagsbroytingar".
Tilsamans komu 125 stuttfilmar inn og heiðurin at gerast bestur av hesum vann "Byrðan" ella "Burden". 
HT-næmingarnir, sum hava gjørt hendan filmin eru Jákup Klein, Jóannes Martin Johannesen og Herman Mørkøre. Tónleikin til filmin hevur Sámal Jákup Jacobsen gjørt.
Filmurin kann síggjast á www.reclimate.net
Í kvøld kl.20.30 danska tíð fáa HT-næmingarnir handaða virðisløn uppá 2000 evrur á pallinum á ráðstevnuni, Klimaforum09.