Av tí at næmingar úr HT-flokkinum vóru við til at vinna Europeen Business Game, varð handanin av prógvum framskunda nærum eina viku.
HT-prógvini vóru handaði á skúlanum 22. juni. Próvtøkurnar og handanin skuldi upprunaliga verða 28. juni, men alt var framskundað, tí 5 næmingar í flokkinum skulu luttaka í Europien Business Game finaluni, sum í ár er í Aberdeen.
Gestarøðari í ár var Jan Erlingsson Petersen, sum tók HT-prógv fyri nøkrum árum síðan. Jan, sum hevur ment framleiðsluna av føroyskum fiskapylsuni, greiddi frá síni lívsleið sum íverksetari. Ein áhugaverd og kveikjandi røða til nýggju næmingarnar.
Vit fara at ynskja næmingunum góða eydnu í EBG-finaluni.




