Saman við Alex Sólstein, Norðlýsinum og Smyril Line, vóru vit á einum sera áhugaverdum siglitúri eftir ánni Oder.
Áin var gamla markið ímillum Pólland og Týskaland, men hetta hevur til allar tíðir verið eitt stríðsøki hjá ymiskum valdsharrum, so ídag gongur markið ikki neyvt eftir ánni, hóast harum.
Tá vit við "áarskipinum Sans Sousi, ið er um 84 metrar langt, vóru farnir av Oderánni og sigldu eftir eini kanal ímóti Berlin, og vóru einar 40 kilometrar frá kenda europeiska metropolinum, ið hevur verið ígjøgnum nógvar "stormar", komu vit til Nieder Finov shiffes hieteverk, ið er ein sokallaður elevator. Vit sigldu inn í eina skál, síðani fór portrið aftanfyri okkum aftur. Við kontravektum og einum lítlum spæli, varð skipið, flótandi í skálini lyft 36 metrar upp, fyri síðani at sigla víðari fram "á fyrstu hædd"
Kundi ikki lata vera við at sammeta við okkara heimligu avrik. Hendan lyftin varð bygd har í 1934, ella 2 ár áðrenn vit í Klaksvík fóru undir stóra bygningsverkið "Stóru kaj".




