Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugleiðingar og hugarensl um eitt ættarlið og tídarskeið, ið er lokið: Ein roynd at heiðra nakrar verkamenn, sum bygdu hetta land

John William Joensen

Teir vóru sjey brøður, sum vuksu til mans á Gerðareiði. Jógvan, Petur, Johan Erik, Edvard, Franklin, John Reid og Henry. Allir høvdu teir Ziska sum ættarnavn.

Johan Erik doyði sum ungur av sjúku. Jógvani var heldur ikki langt lív lagað. Hann fórst við "Ekliptiku" undir undir krígnum.
Hinir fimm livdu, eftir at eg sjálvur var borin í heim, men tveir teirra, abba (Petur) og John Reid, minnist eg ikki. Teir fóru heim stutt eftir at eg trein inn. Báðir høvdu teir sítt yrki á sjónum. Hvussu gerandisdagurin hjá teimum var, kunnu vit fáa eitt lítið innlit í í bókini hjá Roberti Joensen, "Útróður 1845-1945". Brotið, "Ein útróðrartúrur 1945", snýr seg um ein túr á Fugloyarbanka, har abbi var ein av manningingi, og er hann við á myndunum tiknar eru henda túrin.
Ein heilabløðing steðgaði abba. Hann gjørdist ongantíð arbeiðsførur aftur og doyði í 1969. John Reid andaðist, meðan hann var í sínum yrki umborð á útróðrarbátinum "Hvíthamri" í 1971.

· Tríggjar av brøðrunum vaks eg til við. Allir vóru teir ein spegilsmynd av einum ættatliði og tíðarskeiði við arbeiðssemi og hugburði, ið vit yngru ikki síggja og kenna á sama hátt.
Hesir tríggir brøðurnir høvdu fleiri felagseyðkenni: eitt lætt sinnalag vid skemti og látri, arbeiðshug, nærlagni og sjálvandi súkkluna er nakað av tí mær rennur í hug.
Edvard búsettist uppi á Hædd. Tað mundi vera ein av orsøkunum til at vit ikki vóru so ofta á gátt hjá teimum. Øðrminnist um, at pápi stundum tók meg við inn á gólvið hjá teimum, tá ið vit vóru úti og spákaðu onkran sunnudag seinnapart (tað var í teirri tíðini, tá ið ikki var neyðugt at boða frá at tú komst dyr). Minnist brosandi andlit og hvussu blíð og tí tey vóru. Karamellurnar sýnast freistandi fyri mær og minnið um mælsku synirnir, sum vóru í tannárunum.
Oftari kom Edvard framvid á Gerðareiði. Brosandi andlitið undir alpuhúgvuni síggi eg skilliga fyri mær, har hann kemur á reyðu súkkluni. Minnis einaferð eg fekk eitthvørt við av prátinum millum hann og aðrar menn. Edvard helt skemtandi fyri, at hjá teimum vóru so nógv børn í húsi, at hann altíð fekk kaldan døgurða, tá ið børnini vóru smá og fiskur var á borðinum. Hann mátti skilja til børnini fyrst…
Stundum kom hann yvirum at lána maskinbátin. Seinastu árini hevði hann egnan lykil. Ein morgun, eg mundi hava verið um 10 ár aldur, man pápi hava spurt, um eg kundi sleppa við at dyrgja. Tað er fyrstu, og einastu ferð, eg eri farin við báti at dyrgja  á morgni. Leiðin lá yvir á Galvin. Vestfallið skuldi koma nakað áðrenn átta. Við einum 8 hk SABB eru við farnir tíðliga frá húsum (ið hvussu er fyri ein 10 ára gamlan). Minnist at Edvard, longu áðrenn vit løgdu um fjørðin, fóra at knarra um, at her fór lítið at spyrjast burturúr.
Hann fór ikki skeivur. Ófýsligt var yvirum. Verri varð at liggja inn at Galvinum, har tað breyt fram við klettinum. Vit mundu neyvan sigla meira enn tvær ferðir framvið. Um nakar leirvíkingur hevði havt somu hugsan henda morgunin, mundi hann hava lagt seg seg aftur, tá ið hann skeitti út á fjørðin.
Edvard helt so fyri, við einum brosi sjálvandi, at vit taka dorgina sundur og hanga eitt lodd upp í fyri at royna um onkur hendinga seiður kanska stóð djypri (minnist ikki hvussu hesin hátturin eitur í skrivandi løtu). Sama gjørdi. Vit drupu ikki livandi og løgdu leiðina aftur um fjørðin.
Fra tí degi lærdi eg um orðafellið "Ongul í reyv"…
Edvard gjørdist álvarsliga sjúkur og andaðist í 1986.

· Teir, ið eg kendi best, vóru Franklin og Henry. Teir vóru ein týðandi partur av lítla samfelagi okkara uppi á Gerðareiði.
Sum nevnt vóru teir allir arbeiðssamir og nærlagdir. Ofta tókust teir við okkurt og løgdu æru í at halda alt væl.

Henry tók sær av bønum hjá bróðrinum, John Reid, tá ið hann var farin. Stykkið hevði ligið í ættini. Tí kendi hann tað kanska, sum hann átti at taka eina hond í. So leingi hann orkaði sló hann stykkið, sum var lagt av til at hoyggja. Minnist at vit, ár undan ár, sóu, at ein stórur partur av stykkinum var sligið, tá ið vit komu á føtur um sjeytíðina á morgni, men ongan mann. Bert líggjan og eina spann. Hann var farin oman at fáa sær ein drekkamunn ella okkurt ørindi.
Eina stuttliga mynd eg havi av honum í huganum er, tá ið ein hoybyrða fer til gongu oman eftir bønum og oman í fjósið. Henry var stuttvaksin, men legði stóra byrðu, sum rakk niður á svørðin.
Eitt seyðahús setti hann í stand ovast í trøðni. Hvønn dag sóu vit hann leggja leiðina niðan í húsið at hyggja til seiðin.
Ein vetur, nógvur kavi var niðurkomin, síggja vit hann fara gravandi niðaneftir – frá portrinum niðast í trøðni. Hann helmaði ikki í fyrr enn hann var komin heilt niðan til húsið. Ein teinur upp á eini150 m (mett úr minninum). Henry var stuttbeintur og ætlanin mundi vera at lætta um. Dagin eftir var geilin niðan burtur…
Fyri okkum kann slíkt tykjast býttisligt og meiningsleyst, men tað sýnir okkum og er ein góð mynd av, at arbeiði hjá teimum var ein natúrligur partur av degnum. Sama hvat tað var, so hugsaðu teir ikki um at skáa sær undan ella royna at sleppa sum lættast burtur úr. Lívið var arbeiði og arbeitt var frá morgni til kvøld.
Seyður mundi verða hansara høvuðsítriv – um tað kallaðis so í hansara hugaheimi. Hann sá týningin av, at vit yngru vórðu sett við. Men at honum dámdi væl at vera uppií, sóu vit, tá ið hann lærdi okkum at fletta. Spurdu vit um ráð, skúgvaði hann okkum til viks í staðin fyri at siga hvussu vit skuldu gera. Vit stóðu so sum áskoðarar, meðan hann fletti ein stóran part av lambinum. Sum frá leið sansaði hann um tað sjálvur og lat okkum flennandi restina aftur.
Stundum sá hann meg fara rennandi. Tað var lítið dámligt. Eg átti skilliga heldur at gera okkurt til nyttuna, fekk eg fatan av ein dagin hann steðgaði mær. Ein túr í hagan var ið hvussu er betri og byrjaði at greiða frá ymiskum. Sum frá leið gjørdist lagið betri, tá ið hann skilti, at eg visti um øll hesi støðini hann nevndi; at eg sjálvur hevði verið har.
Súkkluna nýttu teir dúliga. Eitt hent og gott flutningstól fyri teir allar. Óteljandi ferðir síggi eg teir fyri mær fara ella koma aftur frá arbeiði á Kósavirkinum. Leingi aftaná at Henry gavst har, gjørdi hann ørindi norður.
Ein dagin ringdi telefonin. Eitt av starvsfólkunum har norðuri var í hinum endanum. Ørindini vóru at spyrja, um ein bilur var til taks. Henry var komin norður, men orkaði ikki brekkurnar heimaftur.
Í fleiri ár sleyt hann vid hjartatrupulleikar. Tað hevði tó ikki við sær, at hann settist aftur. Tvørturímóti dreiv hann á, til hjartað noyddi hann at seta seg. Tá tók hann um hjartað, suffaði brosandi og hevði at pumpuni, ið orkaði ov lítið.
Lívið var, fyri teir, ikki til fyri at taka sær serliga av løttum. Tó so, hvíludagurin var hildin. Mangan tók eg hann aftur á veg í ella á veg aftur úr kirkju og fingu vit mong góð prát á leiðini um Vágsbøð.
Seinnapartin summarhálvuna, sá eg í hælaferðina á honum ella bróðrinum, Franklini, tá ið teir fóru oman á plenuna. Yrkadagur var yrkadagur. Hvíludagur var hvíludagur.

· Frá eg var smádrongur vóru vit tíðum inni hjá Franklini og Honnu og tey hjá okkum. Tey áttu eingi børn og vóru góð við okkum.
Eins og í hinum húsunum á Eiðnum, so vóru kortini ofta á borðinum og mong kortini eru slitin á borðinum í køkinum hjá teimum.
Ikki høvdu vit børn bindindi til slíkt. Í staðin dámdi okkum at fara niður í tann ruddiliga kjallaran hjá teimum. So einaferð leggja vit til merkis eina kettju uppi undir loftinum. Vit skilja skjótt at tað et ein tenniskettja. Eitt av hinum børnunum visti um ein tennisbólt og skjótt skiftast vit um at sláa bóltin í veggin og gólvið. Tá ið vit hava hildið á eina løtu, kemur Franklin niður. Bosandi tekur hann kettjuna og fer at greiða frá um tíðina við tennisvølli og dystum.  
   Tá ið hann er liðugur at greiða frá, letur hann okkum kettjuna aftur og vit halda áfram at spæla. Ein kettja var ein kettja. Ikki nakað nostalgiskt, ið skuldi goymast burtur. Kanska hevði hann eisini eina vón um ein spíra.
Tað gjørdust fleiri slík kvøld eftir hetta. Út á summarið leitaðu vit í skúlagarðin, men lítið spurdist burtur úr.
Seinni havi eg sæð mynd av Franklini á tennisvøllunum, sum stóð har, ið fimleikarhallirnar standa nú á døgum. Eg havi eisini hoyrt um slóðbrótandi arbeiðið hann hevur verið við í.
At hann og Hanna høvdu ans fyri tí, ið livir og grør, sóu øll, sum løgdu leiðina fram við hugnaliga heimi teirra omanfyri gamla kirkjugarð. Eg hugsi ikki at eg stoyti nakran, um eg sigi, at tey høvdu ein tann vakrasta blómugarðin á Eiðinum.
Franklin royndi eisini at leggja okkurt í okkum. Ein góðan summardag tók hann meg og ein vinmann hjá mær við sær niðan Gravardal og niðan á Kjølin. Tað var berjatíð. Okkara fyrsti túrur. Øðrminnist um, at vit fingu eitt sindur. Síggi glasið fyri fyri mær hálvfult av berum. Meiri enn eg havi sæð har um leiðir síðan.  
Franklin var tiltikin hittinorðaður. Tað var skilligt, at hann legði seg eftir at hava eitt jaligt sinnalag og væl umhugsaðar spurningar og svar av tí lætta slagnum.
Men tað vóru viðurskifti hann tók í álvara. Politiskt hevði hann eina greiða støðu. Havi hoyrt, at hann fleiri ár á rað leitaði niðan á Kjølin, flaggdagin, við Merkinum undir arminum. Har uppi reisti hann Merkið og lat tað veittra út yvir bý og land.
Hann var "víðgongdur" á hesum øki. Noktaði at lesa Dimmuna mamma plagdi at bera teimum. Hann noktaði ikki at taka ímóti blaðnum, men vildi harafturímóti ongantíð viðganga, at hann las hana…
Í mun til hinar brøðurnar var Franklin lítið á sjónum. Tað sigst, at hansara einasti túrur eisini gjørdist tann seinasti – bæði fyri hann og skip. Hann var við Sundabergi á seinastu ferðini. Teir máttu leita í bátarnar og lata skipið fara. Eisini av hesum finst ein mynd av Franklini í einum av bjargingarbátunum saman við einum parti av manningini.
Hann tók sær útbúgving sum prentari, men segði sjálvur, at hann bert varð eitt stutt tíðarskeiði í hesum yrki. Eins og Edvard og Henry arbeiddi hann á Kósini til hann fór frá vegna aldur.
Henry og Franklin fóru heim, hvør eftir annan, seinasta summar. Fáar mánaðir eftir fór Hanna, kona Franklin, eisini. Tað kenst løgi, at tað nú er kvirt undir lonini har tey fyri stuttum búleikaðust.

· Eitt ættarlið er farið, ein kapittul er lokin. Tað var tað, sum fekk meg at seta meg við knappaborðið. Hetta er bert hugarensl og skal lesast sum tað. Hetta er skrivað í eini smáttu uppi millum fjalla í Noregi. Eg havi tí ikki havt møguleika at leitað nakað fram og hevði neyvan gjørt stórt meira burturúr um eg var heima. Eg havi bert fingið onkur árstøl og onkran at leita myndir fram. Tí er hugsandi at onkur ikki kennir seg aftur ella finnur onkra villuna. Hetta er so sum eg kendi teir, tað eg minnist og tað, sum mær rennur í hug.  Mín hugsan við hesum orðum er at finna í yvirskriftin. Ein tøkk og ein roynd at heiðra teir. Tað hava teir uppiborið.


Friður verður við minni teirra.
Sjusjøen, eina vetrarnátt í november 2004
Rúni úr Árantsstovu

E.s. At Franklin eisini hevði skaldargávur gevur henda yrkingin eina ábending um. Hann kom niðan til okkara eitt heystarkvøld fyri seks árum síðan og stakk mær lepan við handskriftini. Eg skrivaði honum hana inn á teldu, so hann fekk tað á prenti. Eg skilti á lagnum, at hann ætlaði at fáa hana í Norðlýsið, men visti ikki rættiliga um hon var borðbar. Eg eggjaði honum til, men um hon kom í blaðið veit eg ikki. Fyri okkum og komandi ættarlið er yrkingin (fyrsta versið) eitt søgubrot úr einum gloymdum og arvi.

Gentan – eitt søgukvøld

Tendrað er – uttanfyri er niða.
Eg á beinki siti, tey frá ymsum søgum siga.
Undrandi, piprandi eg at teim man kveita,
meðan hugsan mín tíðum til heljar man leita.


Meðan eg alspent lýði á huldudans og trøllagleim,
eg hugsi eg noydd veri at fara heim.
Reisist – biði øllum góða nátt,
og stillisliga fari út um duragátt


Stígi varliga – og aftur um bak
eg ei tori at líta at øllum á mínum vegi.
Í hølunum hoyrist ein skirvislig rødd
huldisliga, teskandi siga: " Nú ert tú illa stødd."


Um ánna, eg á steinar varliga stígi,
meðan eg enn á huldudans og trøllagleim líði.
Í tronga barmi títt hjarta mítt slær.
Ræðslan – valdið hevur fingið á mær.


Myrkt, illfísið, tó nakrar stjørnur glampa.
Tær mæla til mín: "Hav ongan ampa."
Ymisk ljóð í rúmdini hoyrast súsa,
meðan eg hjartkipt leiti upp húsa.


Franklin Ziska