Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugleiðingar um broyttu valskipanina: Kostaði í Eysturoy og Norðoyggjum

John William Joensen

Við løgtingsvalið gjørdist Javnaðarflokkurin triðstørstur í Norðoyggjum, sum eftir gomlu skipanini hevði givið ein valdømisvaldan, og sama er galdandi fyri flokkin í Eysturoy, har broytingin eisini kostaði Andriasi Petersen sessin.

Nú fyrsta løgtingsvalið hevur verið við Føroyum sum eitt valdømi, kann staðfestast, at Norðoyggjar komu væl frá hesi fyrstu aðalroyndini í “stórapotti”.

5 løgtingslimir, sum eru búsitandi í Norðoyggjum, vórðu valdir inn á ting, sum er nakað tað sama, sum Norðoya Valdømi ofta fekk eftir gomlu skipanini, har valdømið átti 4 umboðsvaldar limir umframt at tað meir enn so kom fyri, at ein eykavaldur kom inn á ting hiðani úr valdøminum.

5 tinglimir er sostatt eitt sindur yvir miðal, sum tann gamla skipanin gav til Norðoyggjar av umboðan í tinginum.

Tó var tað serliga ein flokkur, har Norðoyggjar heldur óvæntað mistu sína umboðan.

Eftir øllum at døma savnaði Javnaðarflokkurin í Norðoyggjum seg ikki um nóg fáar kandidatar við tí úrsliti, at atkvøðurnar spjaddust, og úrslitið gjørdist, at ongin norðingur fekk nóg mikið til at verða valdur.

Serliga stóð dysturin millum Aksel Johannesen og Eyðgunn Samuelsen. Aksel hevði tó munin í Norðoyggjum, har hann fekk 169 atkvøður, meðan Eyðgunn fekk 162, men samanlagt fyri alt landið gjørdist Eyðgunn vinnarin við íalt 254 atkvøðum ímóti 238 íalt til Aksel.

Umstøðurnar og hugburðurin vóru ikki teir somu undir gomlu valdømisskipanini, og tí er ilt at siga nakað fyri vist, men tað er tó sannlíkt, at antin Aksel Johannesen, ið er sonur fyrrv. løgtingslimin hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum, Vilhelm Johannesen, ella Eyðgunn Samuelsen, ið er væl kend í býráðspolitikki í Klaksvíkar Býráð, har hon í løtuni er annar varaborgarstjóri, hevði verið ovast á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum við hetta valið eftir gomlu skipanini.

Harvið er greitt, at tann kvinnan, sum kanska meir enn nøkur onnur, sum forkvinna í Demokratia, hevur stríðst fyri fleiri kvinnum í føroyskum politikki, sjálv ongan fyrimun fekk av nýggju valskipanini við einum valdømi fyri alt landið, sum m.a. segðist hava ta endamál at fáa fleiri kvinnur inn á ting.

Í sambandi við broytingina frá teimum 7 valdømunum til 1 valdømi fyri allar Føroyar er m.a. ført fram, at hetta fór at føra við sær eina størri kvinnuliga umboðan á Føroya Løgtingi, men hetta hava nærri kanningar nú víst, at so er ikki. Heldur ikki í Norðoyggjum.

Misti eisini
í Eysturoy

Broytingin frá sjey til eitt valdømi kostaði eisini Javnaðarflokkinum tann valdømisvalda tingsessin í Eysturoy.

Andrias Petersen, sum í farna valskeiði rættiliga trygt var valdømisvaldur í Eysturoyar Valdømi, hevði verðið afturvaldur, um skipanin hevði verið óbroytt, men undir nýggju skipanini gjørdist hann akkurát ov stuttur.

Sostatt er greitt, at nýggja valskipanin, ið varð samtykt sum eitt vanligt løgtingsmál stutt undan løgtingsvalinum, á hesum fyrsta løgtingsvalinum kostaði Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum og Eysturoy.