Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugleiðingar úr afturlítandi práti: Útróður

Alex Sólstein

Ein dagin kom prátið niður á útróður.

Útróður sum vinnugrein er ikki fyrndargamal í Føroyum.  Fara vit aftur í sekstandu og seytjandu øld, so hoyrist ikki nógv um útróður. Sjálvandi eru menn farnir at fáa sær at kóka og fisk til heimabrúks, men ikki til sølu. Fólkið var bundið at bóndagørðunum og sat og bant hosur. Tað var næstan tað einasta,  sum peningur fekst fyri. Tað er ikki fyrr enn um aldarskiftið til átjanhundrað, at útróður fer at taka seg upp sum vinnugrein. Tá fara føringar at læra at flekja og fiska við línu, og kongaligi handilin fer at taka ímóti fiski. Men tað gongur spakuliga, tí alt mátti rógvast til Havnar. Tað er ikki fyrr enn útihandlar koma í fyrru helvt av átjanhundraðtalinum, at rættilig gongd kemur á útróðurin og tað serliga í Norðoyggjum. Í 1838 verður Etablissement Klaksvig sett á stovn. Hetta verður niðri við lítlu víkina Klaksvík, sum av náttúrugivnum ávum lá sera væl fyri. Har var fjøruslætt og altíð atkomandi. Norðingar fóru at brúka línu, meðan teir sunnanfyri mest  brúktu “ongul og stein”ella royndu  við snøri. Í 1850unum kemur 50% av fiskinum, sum verður avreiddur, upp á land í víkini við KIakkin. Eini 8% verða landað úr Suðuroy og nøkur prosent fleiri í Havn. So longu tá verða lunnar lagdir undir  siðvenjuni at vera útróðrarmaður í Klaksvík.

Nú havi eg ikki sjálvur verið nakar útróðrarmaður, men havi hoyrt nógv um útróður heima hjá okkum, tí pápi mín. Palli Sólstein,  var í leiðsluni av fyritøkuni  Kjølbro øll síni ár, og har var nógvur útróður knýttur at firmanum. Tað var ikki so sjáldan, at hann um kvøldarnar setti seg at ringja til  Skipanesar at vita, um teir høvdu sild ella brisling í lási, so hann kundi siga útróðrarformonnunum frá, hvar teir kundu fáa agn; eisini ringdi hann til Funningsbotn ella til Hvannasunds um gággur. Eg minnist, at hann segði, at har vóru nógvir mans knýttir at fyritøkuni, sum ongantíð gjørdu ella høvdu gjørt annað enn róð út undir Føroyum. Har vóru menn, sum vóru so meinkunnugir á innaru leiðunum, at har var ikki plinkur ella íðukálvur – tað veri seg  norðanfyri ella sunnanfyri, eystanfyri ella vestanfyri – sum teir ikki kendu. 

Undir krígnum mundi talið av útróðrarbátum í Klaksvík vera eini tríati ella so; har kom tí ein ógvuslig rúgva av fiski upp á land. Tað var vanligt “at fara á støð”, fara ímóti báti, tá hann kom aftur av útróðri, og pápi og Kjølbro vóru ikki so sjáldan at síggja á Stangabrúnni um kvøldarnar, tá bátarnir komu aftur. Har fingu teir eitt prát við útróðrarmenninar um, hvussu tað hevði gingist, hvar teir høvdu sett, og hvussu hevði roynst. Sørin í Trøllagili, ættaður av Viðareiði, hevði gjørt ein tátt um  teir, sum møttust á Stangabrúnni um vkøldarnar. Kristian í Trøllagili (Bolla-Ki, sum vit róptu hann, var stjúksonur Sørin. Var brekaðurr vegna sovisjúkuna) plagdi at sita har niðri á Vágsheygnum millum okkum spælandi og njóra nøkur ørindi; men tíverri er tátturin burtur; eg minnist bert tvey ørindi um pápa. Pápi var heldur førur maður, so ørindi ljóða soleiðis: 

Bjølgur efrtir brúnni gongur,
Sær í rassi klórar, 
Tit hava verið á ytsta mið, 
Tí hýsurnar eru so stórar.

Bjølgur eftir brúnni gongur  
Skramblar sum í rovum
Hvussu er vorðið hjá tykkum í dag,
Her er fult av tómum trogum.

Helst hava tein mist línu, (tá brúktu teir línutrog og ikki stampar) og bátarnir, sum Kjølbrofyritøkan átti, fingu alla útgerðina frá firmanum. So hann hevur ivaleyst latið eitt orð falla um at fara væl um tað, teir fingu upp í hendurnar. 

Har vóru undir krígnum á Stangabrúnni einir sjey/átta mans,  sum bara høvdu til uppgávu at avhøvda fiskin, sum fluttur varð til Bretlands. Eg minnist, at tað kom fyri,   at har lógu upp til fýra skip við brúgvarnar á Stongunum bíðaðu at taka fisk umborð at fara niður at selja. Grannin hjá okkum, Michael Sólheyg, var í “konvoyini”, sum teir kallaðu hesar avhøvdararnar, so vit báðir Klavus hava av og á gingið noðrur við drekka til Michael onkran seinnapartin; tí  minnist eg onkrar av hesum nógvu monnum ,  sum har vóru og viðgjørdu fiskin til útflutnings.  

Sum nevnt, so er tað siðvenja í Norðoyggjum at vera til  sjómaður ella útróðrarmaður. Eg nevndi ein dagin, vit sótu og prátaðu á Norðlýsinum um útróður, um vit kendu nakran klaksvíking, sum hevði róð út frá Ravns Stóroy. Har var tøgn eina løtu, men so kom svarið; eingin kundu koma  í tankar um nakran. Hvat gjørdu so klaksvíkingar, tá suðringar, sandingar, vágamenn og aðrir í nógv Harrans ár róðu út í Grønlandi? Teir troyttu føroyagrunnarnar. Klaksvíkingar vóru hagfastir, sum sagt verður um seyð. Tí er tað kanska ikki so løgið, at skip og bátar, sum eru til sølu, ofta enda í Norðoyggjum, tí her er siðvenja at dríva skipsfiskiskap og ikki minst útróður. 

Eg kann her skoyta uppí eina søgu frá Poul Jákku á Dalinum, sum var útróðrarformaður, borgarstjóri og tingmaður, og sum hann segði mær frá ein dagin, vit fylgdust til Havnar í bilinum. 

“Tað var, eg haldi beint undan krígnum,  segði Pól Jakku, at vit vóru sunnanfyri við Louisu, (Louisa var ein útróðrarbátur hjá Kjølbro, sum Óli á Dalinum  var formaður á í nógv ár) og høvdu sett línu á Røstini, Strongurin millum Flesjarnar og Akraberg og tiltikið streymhart, og har var rættiliga fitt á hjá okkum. Tá vit vóru lidnir at draga, so sigur pápi, Óli á Dalinum, at eg haldi, vit fara inn á Vág at vita, um vit ikki kunnu fáa eitt sindur av agni, so vit kunnu gera eina setu afturat. Vit so gjørdu, og tá vit koma inn og leggja at brúnni hjá teimum á Gørðunum, so kemur maður oman ímóti okkum. Tað var reiðarin sjálvur. Vit sótu og kruvdu, og hann spyr beinanvegin, hvaðani  vit høvdu fingið  allan handa fiskin. Vit settu á Røstini, svaraði pápi, og nú ætlaði eg at spyrja, um vit kundu fingið eitt sindur av agni, so vit kunnu gera eina setu afturat. Á Røstini tók hann uppaftur og bannaði við og brúkti tílík orð, sum eg aldri í lívinum hevði hoyrt, segði Pól Jakku. Tí trúði hann ikki, tí har hevði eingin suðringur nakrantíð sett eina línu, “so fara tit avstaðaftur,  so komi eg við”, helt hann fram. Vit fingu agn, og maðurin kom við, og alla tíðina mølmaði hann um oyggjamenn sínar, sum ikkki høvdu roynt allar leiðirnar rundan um oynna, og hetta skuldi man læra av norðingum”. 

Soleiðis endaði Pol Jakku søguna. Hetta sigur eitt sindur um, hvussu kendir klaksvíkingar vóru við leiðirnar undir Føroyum, og hvussu víða teir royndu, og prógvar tað, sum pápi segði um teirra  kunnleika til føroyagrunnarnar.