Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hugleiðingar úr Odense

Dávur Winther, Árni Helmsal, og Bergur Jacobsen – myndir: Dávur Winther

Vinarbýurin, Odense setti nógv fyri undir vitjanini av Klaksvíkar Hornorkestri, har borgarstjórin, Karl H. Johansen eisini var við.

Odense er, sum vitiligt er, føðibýurin hjá H. C. Andersen, og har Thomas Kingo og Carl Nielsen høvdu sítt høvuðsvirki.

Odense hevur eisini Kyiv í Ukraina sum vinarbý og síðani kríggið breyt út, hava teir flaggað við Dannebrog og ukrainska flagginum. Men mikudagin og langa fríggjadag varð flaggað við Merkinum – hetta vegna forkunnugu vitjanina úr Klaksvík og tí Klaksvíkar Hornorkestur spældi konsert í Dómkirkjuni mikudagin og í Nordlantiske Hus fríggjadagin.

Nógv ymisk fólk – kend og minni kend vóru á báðum konsertunum, teirra millum eisini systir Patrick Conway de Neergaard, sóknarprest í Vági, sum var við til báðar konsertirnar.

Eisini hava verið nógv rósandi orð á sosialu miðlunum um konsertirnar hjá Klaksvíkar Hornorkestri.

Árni Helmsdal

Ein góður eygleiðari og umboðsmaður føroyinga í Odense, og sum altíð er at síggja til tiltøk av øllum sløgum, ið eru í Odense frá Føroyum, er Árni Helmsdal.

Hann gevur báðum konsertunum rósandi orð á sínum vanga, og lata vit Árna tala her niðanfyri um konsertina í Dómkirkjuni:

Árni Helmsdal – 14.04.22:

Klaksvíkingar vóru aftur í Odense í gjár

Borgarstjórarnir Jógvan við Keldu og Verner Dalskov (borgrstjóri í Odense 1973 – 1993) knýttu tøtt vinarbond!

Odense hevur nógvar vinarbýir kring um; men bondini millum Klaksvík og Odense sýnast at vera tvunnin av serligum træðrum, tí lunnarnir vóru lagdir av vinarbondunum millum hesar báðar menn.

Kallaðist ein cowboyfilmur ikki “Mellem to mænd”? Eg síggi Verner og Jógvan í cowboyhatti og klárir við revolvarunum. Jú hatta var millum tveir menn men ikki við revolvara.

Har vóru bond – hjartabond – millum tveir menn. Og tað hava vit sum odenseborgarar notið gott av síðani, tí har hava verið so nógv góð vinarbýartiltøk síðani – m.a. við luttøku av Betesdakórinum og 17 sangarum.

Undir flaggsiglingini í 2019 skipaði Klaksvíkar Býrað eisini fyri góðum tiltaki í Norðuratlantshúsinum.

Eitt gott flaggdagshald var eisini í sama húsi við Betesdakórinum.

Takk, Klaksvíkin, fyri ikki at gloyma okkum í Odense.

Nú kom so rosinan ella prikkurin yvir ”i-num”? Fólk vóru bergtikin av góða spælinum hjá Klaksvíkar Hornorkersti.

Bergur var stuttligur og áhugaverdur framsøgumaður.

Ein tónleikakønur tók til eftir konsertina: “Det er heeelt faaantastisk”!.

Nógv fólk var komið saman til hesa serligu løtu, og tey munnu halda, at Klaksvíkin er høvuðsstaður í Føroyum! Havnina hoyra við einki til!

Dómkirkjan

Bergur Jacobsen var frásøgumaður til konsertina í Dómkikrjuni og greiddi stutt frá hvørjum stykki sær, áðrenn Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Í fyrru hálvu varð spælt, Praise my soul, Seal Lullabye, Water Music (no.5), Lov og tøkk og allur heiður og Swedish Hymn.

Í steðginum hugleiddi Bergur m.a. um Kingo, sum var fra Odense, og hvønn týdning hann hevði havt fyri føroyskan sálmasang, og at tað enn verða sungnir kingo-sálmar í Føroyum. 

Klaksvíkar Hornorkstur helt síðani fram við sínum frálíka spæli við Passion Chorale úr Reyðu Bók, Eg oyggjar veit, Ballad for Rebecca og Highland Cathedral.

Bergur Jacobsen í Dómkirkjuni í Odense

Her niðanfyri huglaðingar hjá Bergi Jacobsen í steðginum. Bergur hevur eisini spælt við Klaksvíkar Hornorkestri í ymiskum tíðarskeiðum:

Instrumentaltónleikur er rímiliga nýggjur í Føroyum. Man dansaði – og dansar -runddans ella ketudans til kvæðini og vísurnar, sum kunnu vera á donskum ella á føroyskum. Tað vóru nógvir ”sangleikir”, og eisini kirkjusangurin var a cappella.

Sangurin var sanniliga ein partur av gerandisdegnum hjá føroyingum – tað er ikki nakað, teir hava funnið uppá til ”Stjerne for en aften” eller ”X-factor”. Útróðrarmenninir sungu eitt sálmavers, tá ið teir fóru út á havið, og teir sungu eitt sálmavers ella ein sálm, tá ið teir róðu heimaftur.

Tað sama var, tá ið teir søkt bjørgini, sum jú ikki var ein vandaleys vinna. Fleiri teirra dugdu túsundir av vís- og sálmaversum uttanat, og vórðu tey nógv brúkt. Hvør familia hevði síni kvæði og sínar sálmar.

Føroyingarnir livdu í smáum avbyrgdum bygdaløgum, uttan ljóðføri og nótar – tí bleiv eisini stórur ymiskleiki í tónalagnum, og ikki so lítið av improvisatión eisini. Til seinast var variatiónin so stór, at talan gjørdist um nýggj uppruna løg – fleiri teirra vøkur og innilig.

Lukkutíð hevði okkara býarbarn, Jógvan Waagstein oyra fyri hesum løgum, og fekk skrivað fleiri teirra niður. Tí ber til hjá nútíðar samkomum, at syngja tey – og á henda hátt hevur hann givið føroyingum ein stóran mentanararv.

Thomas Kingo, sum kom frá Odense, er eitt stórt navn í Føoyum. Fyri tey gomlu var Kingo og kristindómur næstan eitt og sami. Hansara sálmar vórðu sungnir hjartaliga – fólk dugdu teir uttanat – og røðin av sálmabókum, sum vórðu kallaðar ”Kingos Salmebøger”, bleiv bert lutvíst avloyst av ”Salmebog for Kirke og Hjem” í byrjanini av nítjanhundraðtalinum. Enn verða Kingo-sálmarnir sungnir á donskum í nøkrum av bygdakirkjunum.

Tillagingin frá sálmunum hjá odenseanaranum, Thomas Kingos til teir tá meira nýmótans sálmar og løg, gekk ikki stillisliga fyri seg. Lærarnir fingu orgul at hjálpa sær við sálmasagninum. Børnini flokkaðust um orglið, meðan tey royndu at kroysta teir nýggju sálmarnar og løgini ígjøgnum. Í kirkjuskipinum sat kirkjufólkið og hildu uppá at syngja tey gomlu løgini.

Tað bleiv tó ikki handfast undir hámessuni, men felagsbrúsið av tveimum løgum ella smálmum við hvør sínum lagi – samstundis, hevur helst ikki verið serliga uppbyggiligt og heldur ikki andakts vekjandi. Orglið og sálmasongurin vunnu, og nu er tað næstan bert fátal, sum halda tann upprunaliga Kingo-sangin í hevd – gott at onkur roynir.

Men, nú meðan teir báðir Kingo og Waagstein liggja í síni grøv, eru teir enn við til at skora undir felagsskapin millum vinarbýirnar Odense og Klaksvík, við teirra orðum og teirra tónleiki.

Rættur kingosálmur er eins og rættur føroyskur matur, skerpikjøt, ræstur fiskur, seyðarhøvd og spik ikki fyri tey ómansligu, ella tey, ið er bleyt av sær, ikki fyri tey nýkomnu – man skal venja seg við matin. Og man skal helst eisini venja seg við teir gomlu sálmarnar og tey gomlu løgini.

Ein fremmandur vitjandi, Graba – greiðir frá eini guðstænastu í Tórshavnar kirkju fyri nøkrum hundrað árum síðan. Hann heldur at reformatorurin, Luther vildi verið errin av borgarunum í Havn – Teir vóru so, gudrøknir, hátíðarligir og tignarligir, tá ið teir stigu inn í kirkjuna, at tað hevði fagnað reformatorinum almikið, helt Grapa fyri.

Gleðiligar páskir!

Harleyfacadeacryl