Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnakvøld á Tekniska Skúla

John William Joensen

7. b á skúlanum á Ziskatrøð, fer fríggjakvøldið frá kl. 19 til miðnátt at skipa fyri hugnakvøldi fyri ungdómu úr 6. flokkunum til og við 9. flokkunum.

Hetta er ein liður í peningainnsavning, til ein túr sum 7. b fer á. Túrurin gongur til Tróndheim, ið er vinarbýur hjá Klaksvík. Farið verður 15. maj og kemur flokkurin aftur 20. mai.
Á hugnakvøldinum verður millum annað mótaframsýning, KÍ Cheerleaders fara at upptraðka, Ashild Kjærbo kemur at skipa fyri dansispølum og linedansi, eisini verður sølubúð við sodavatni og góðgæti.
Atgongumerki á 30 kr. verða seld til hugnakvøldið og atgongumerkið er eisini ein lutaseðil til ein vinning sum er eitt atgongumerki til Summarfestivalin ’05. Harafturat verða seldir lutaseðlar á hugnakvøldinum í kvøld fríggjakvøldið  og á lutaseðlunum eru vinningar sum gávukort og atgongumerki til Summarfestivalin ’05.