Í gjárkvøldið kl. 19.30 varð skipað fyri minninsløtu fyri John Reid Bjartalíð á KÍ-loftinum, har Árni Dahl, rithøvundur hugleiddi um henda merkismannin, sum varð føddur fyri 100 árum síðan – 25. august 1916.
Árni var væl fyri og hevði mikið at taka úr – m.a. bókini Bóltspøl millum Klakk og Kjøl, hann hevur skrivað um KÍ. Hann kom vítt um kring virksemið ella mongum virkisøkini hjá John Reid, tí hann var uppí so mongum og hevur eisini skrivað nógv.
Árni greiddi frá upprunanum, ættini og barnaárunum, lýst við egnum orðum hjá John Reid úr ein søgu í bókini, Á gomlum gøtum og yngri. Hetta er eitt savn úr Hugnalig jól, sum John Reid eisini var virkin í. Norðoyastevnan, sjónleikur, felagslív, bókasavnið, urtagarðsarbeiðið og mikið annað gekk John Reid uppí við lív og sál.
Men helst stendur hansara arbeiði kring KÍ eina sterkast í minninum, eisini tí at tað finnst so nógv skjalatilfar og myndir fyri eitt drúgt tíðarskeið, sum eru John Reid fyri at takka.
Aðrir tóku eisini orðið og løgdu ymiskt afturat. Teirra millum skyldmaðurin hjá John Reid, Meinhardt Bjartalíð, sum var nógv inni á gólvinum hjá abbabeiggjanum, John Reid. Hjarnar Djurhuus og Alex Sólstein greiddu hugtakandi og eisini skemtiliga frá mongum løtum teir høvdu havt saman við John Reid í ymiskum lótum.
Ein sera hugnalig og áhugaverd løta í snotiligu felagshølunum hjá KÍ. Og sjálvandi løgdust nógvar søgur afturat í krókum frá m.a. eldri KÍ-leikarum, tá ið boðið varð ein kaffimunn aftaná.
Myndir frá 100 ára minnisløtuni um John Reid Bjartalíð á KÍ-loftinum




