Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaligur gestur

Oliver Joensen

Í morgun sást ein vakur svanur inni á Vágni í Klaksvík. Meira enn so at tað kemur fyri, men tað er tó sjálvdan at svanir vitja inni við tað, vit fyrr nevndu Sandin.

Jens-Kjeld Jensen úr Nólsoy sigur okkum, at vit hava onki prógv fyri at svanar eiga í Føroyum, sjálvt um staðarnøvn benda á at tað hava teir fyrr í tíðini.

Skógrøkt Landsins hevur tó nakrar í røkt, sum hava fingið ungar, og teir ungarnir sleppa at flúgva runt sum teir vilja, so hesin kann vera ein av teimum.

Men svanirnir ferðast um hesa tíðina úr Skotlandi og Ìrlandi til Íslands og kósin liggur einar 100 fjórðingar sunnanfyri Føroyar. Ferðin til Íslands tekur teimum um 12-14 tímar um alt gongur væl.

Um ikki gongst væl, so sum sjúka og elli ella annað, so kemur meira enn so fyri at einstakir enda í Føroyum, og her vera slíkir oftað funnir deyðir aftaná fáar dagar ella dagin eftir at teir eru komnir.

Harleywoodpaint