Norðoya Ellis- og Vistarheim saman við Dagtilhaldinum, skipaðu fyri hugnaløtu fyri teim eldru.
Mánadagin var sera hugnalig løta fyriskipað á Vistarheiminum, tá búfólkini á heiminum fingu vitjan av teimum, sum vanliga ganga í Dagtilhaldið úti í Víkunum.
Einar Joensen, ið var ein av fyriskiparunum, sigur við Norðlýsið, at hann og Anna Stampe høvdu tosað um tiltakið og hetta fekk góða undirtøku frá Dagtilhaldinum.
Orsøkin til at Vistarheimið kom við hugskotinum var, at búfólkini koma ikki so ógvuliga nógv út og tí varð hildið at tað hevði verið eitt gott hugskot at tey fingu vitjan av fólki frá Dagtilhaldinum, sum tey í flestum føri kenna væl.
Til undirhald vóru Øgge og Eiler biðnir at spæla á harmoniku og hetta gjørdi hugnaløtuna sera hugnaliga. Eisini stóð Karin Poulsen fyri upplestri.
Einar Joensen sigur, at endamálið var at tey gomlu skuldu fáa eina hugnaliga løtu, har gott høvi var at práta saman og tað eydnaðist, tí prátið gekk lívliga.




