Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaløta og Orgulkonsert í Christianskirkjuni

Jóhann Lutzen

Næstu dagarnar eru tvey áhugaverd tiltøk í Christianskirkjuni, sum fólk kunnu fara til

Næstu dagarnar eru tvey áhugaverd tiltøk í Christianskirkjuni, sum fólk kunnu fara til

Fríggjadagin, 07. apríl, verður hugnaløta í kirkjukjallaranum kl. 15.00. Marjun Lómaklett, prestur, fer at greiða frá um Trúbótina. Ein góður drekkamuður verður at fáa.

Mánakvøldið hin 10. apríl, kl. 19.30 verður serstøk orgulkonsert í Christianskirkjuni í sambandi við, at vit í ár hátíðarhalda, at tað eru liðin 500 ár síðani reformatiónina. Urgulekarin, Jóhanna Jóhannesen, fer at framføra orgulverkið “Faðir Vár”, ið er býtt upp í 10 partar.

Verkið er lagt til rættis við støði í Luthers Katekismus. Tað er urguleikarin, Flemming Chr. Hansen, ið hevur skrivað verkið – verkið er bílagt av Lolland Falster Stift til reformatiónsárið.

Liturgur verður Marjun Lómaklett, prestur, – hon fer at hugleiða um bønina Faðir vár.

Aftaná er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum.