Aftur í ár skipar áhugabólkurin fyri eldri í norðoyggjum fyri hugnaløtu úti í Grøv
Hetta er 10. árið á ræð at tiltakið verður, og í tí sambandinum verður gjørt eitt sindur meiri brutur úr.
Tiltakið byrjar kl. 15 týsdagin 15. juli um veðrið er til vildar.
Gamle Venner
Aftur í ár fáa vit vitjan av danska amatørorkestrinum "Gamle Venner" og harafturat verður felagssangur, drekkamuður og borgarstjórin flytur fram røðu.
Fyrireikararnir siga at tiltakið hevur verið sera væl vitjað undanfarin ár, og at eisini hava fólk vitjað aðrastaðni frá.
Lagt verður afturat at hóast tiltakið fyrst og fremst er ætlað timum eldru so er ikki talan um nakað aldursmark, men øll eru hjartaliga vælkomin. Eisini eru fólk vælkomin til at hjálpa til. Nærri verður lýst seinri
Væl eydnað hugnaløta
Tann 11. juni skipaði áhugabólkurin fyri eini hugnaløtu á sambýlinum á Heygnum og hon var sera væl eyndað.
Á skránni var felagssangur har Adelborg Linklett las eina stuttliga søgu.
Starvsfólkini á sambýlinum høvdu dekka borð við ymsikum leskiligum.
Lutaseðlar vóru seldir og peningurin fór óskerdur til sambýli.




