Mimmy Vágsheyg, stjóri á kaffihúsinum Fríðu, fer at standa fyri tveimum forvitnisligum kvøldum á Atlantic Fair í KÍ høllini í hølunum har Lognbrá einaferð helt til.
Vit fara at skipa fyri hugnakvøldum týskvøldið og mikukvøldið í komandi viku ímeðan Atlantic Fair er í Klaksvík og klaksvíkin hevur vitjan av nógvum gestum. Men, sigur Mimmy Vágsheyg, kvøldini verða ikki bert fyri fólkum á messunum, her kunnu øll koma, ið ynskja sær eina hugnaliga og gevandi løtu saman við øðrum.
Á matarskránni verður fiskas+upan, breybuitar við kalvasalati og øðrum góðum, kaffi og te og eisini Barrskrá.
Hølini í norðara enda á KÍ høllini verða skipað su ein Lounge, har hugnaligur tónleikur verður at hoyra, sum Mikkjal Hvannastein skipar fyri saman við Alvildu Mørkøre og Jógvan Fróðin.
Í sera hugnaligum umhvørvi, har høvi verður at fáa eitt gott prát bæði til álvara og gaman, verður dentur lagdur á at tey vitjandi sita væl, soleiðis at til ber at práta.
Listin sleppur sjálvandi eisini upp í part, har Mimmy Vágsheyg skipar fyri, hesaferð hevur hon fingið Robert Waagstein at sýna fram Styreet Photos, sum hann hevur tikið í Reykjarvík.
Í KÍ høllini fer Fríða at hava opið frá kl. 17.00 seinnapartar og til kl. 23.00 á kvøldi og Mimmy Vágsheyg leggur dent á, at øll eru hjartaliga vælkomin, hetta er ikki ein lounge bert fyri tey sum luttaka í Atlantic Fair – hetta verða tvey hugnakvøld har øll eru vælkomin.




