Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugsið um smáfuglarnar, nú frostið bítir

Oliver Joensen

 Tað er helst so í mongum førum, at náttúran klárar seg sjálva. – Jú, soleiðis er helst eisini, men vit koma ikki uttan um, at tað at vit menniskju gerast alsamt fleiri og vit krevja alsamt meira pláss, “asfalt og betong”, so verða mangir fuglar og dýr kroyst upp í ein krók av okkum. 

Vit taka nógv av jørðini, íð natúrliga hoyrir til veiðiøkið hjá fuglunum. tí ger tað einki, um vit lata eitt sindur aftur fyri, serliga nú, tá frosturin bítur.

Hevur ein áhuga fyri tí sum livir kring um okkum, so fær ein eisini nógvar stuttligar og áhugaverdar løtur bert við at eygleiða fuglin beint uttanfyri vindeygað.

Her nakrar myndir frá í dag. Lítið ljós er hesa ársins tíð, og tað ávirkar myndirnar, og tó, tær tola at vera sæddar: