Norski ríkmaðurin Kjel Inge Røkke, segði á tíðindafundi umborð á Atlantic Navigator ídag, at hugskotið um at framleiða surimi úr svartkjafti áttu hann og Hanus í felag.
Spurdur um hvussu samstarvið og hugskotið um at fara undir surimiframleiðslu umborð á Nærabergi kom fram, segði Kjel Inge Røkke, at samband var ímillum hann og Hanus, og báðir høvdu faktiskt sama hugskot um at fara undir hesa framleiðslu, og tá tosað varð aftur og fram í eina tíð, gjørdust vit samdir um at fara undir royndina.
Vit sáddu saman, og nú ætla vit at heysta saman, segði Kjel Inge Røkke og legði dent á, at tað fyri hann hevði sera stóran týdning at projektið, sum nú sær út til at fara at eydnast, hevur leggur so nógv eftir seg til samarbeiðispartnaran í Føroyum og føroyska samfelagið sum gjørligt. Vit eru saman farin undir eitt projekt og eydnast tað nú, so skulu báðir partar hava ágóðan. Og er eri sannførdur um, at tá nú Atlantic Navigator projektið fer at geva avkast, so fer hetta av hava alstóran týdning fyri føroysku pelagisku fiskivinnuna. Í føroysku kvotuni hevði verið pláss fyri eini fýra fimm slíkum trolarum afturat, og tað hevði havt við sær útivið 1000 arbeiðispláss. Við Atlantic Navigator fara 100 fólk, og tá fólk skulu vera heima við hvørt, kunnu vit siga, at útivið 200 arbeiðispláss eru knýtt at skipinum.




