Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugskotsmodell frá skúlanæmingum

Tíðindaskriv

Borgarstjórin hevur fingið áhugaverda verkætlan frá 5.a í Skúlanum á Ziskatrøð. Tey hava í lærugreinini Náttúra og Tøkni havt til viðgerðar kort og í hesum sambandi m.a. mát og mátilutfall. Eisini lærdu næmingarnir um at avlesa kort, og valdu teir at gera eitt modell av einum parti av Klaksvík.

Borgarstjórin hevur fingið áhugaverda verkætlan frá 5.a í Skúlanum á Ziskatrøð. Tey hava í lærugreinini Náttúra og Tøkni havt til viðgerðar kort og í hesum sambandi m.a. mát og mátilutfall. Eisini lærdu næmingarnir um at avlesa kort, og valdu teir at gera eitt modell av einum parti av Klaksvík.

Modellið er gjørt í mátilutfallinum 1:1000 úr kapaplátum, ið eru 3 mm tjúkkar, sum svaraðu til 3 m, og hava teir bygt modellið upp eftir einum korti, sum er 1 x 0,5 m við hæddarkurvum.

Fyri at gera hesa verkætlan meira spennandi, eru næmingarnir komnir við uppskotum um, hvat teir halda kundi gjørt Klaksvíkina enn meira áhugaverda. Síðani atkvøddu næmingarnir um, hvat teir hildu vera besta og mest umráðandi hugskotið.

Ætlanin var, at næmingarnir sluppu at vísa modellið og hugskotini fyri kommununi, soleiðis at tey í einum fólkaræðisligum samfelag eisini vórðu sædd.

Hesin var borgarstjórin sjálvandi sinnaður til, og á lítlari samkomu í býráðshøllini mikudagin handaðu næmingarnir borgarstjóranum modellið. Teir greiddu eisini hugaðir frá teimum ymisku hugskotunum, sum vórðu víst á modellinum ella landslagsmyndini.

Eisini foreldrini vórðu boðin at sýggja hugskotið hjá 5. a í Skúlanum á Ziskatrøð. Tey vóru sjálvandi errin av børnum sínum og hugleiddu um mongu ymsu skilagóðu uppskotini.

Tað eru Súsanna Sigurðsson, sum er í starvsvenjing í Skúlanum á Ziskatrøð, og Emil Jacobsen, ið hava verið lærarar og vegleiðarar hjá næmingum í at gera modellið við mongu spennandi uppskotunum.

Hvat er mest umráðandi?
Tá ið næmingarnir í 5. a í Skúlanum við Ziskatrøð atkvøddu um hugskotini, sum nr.1, 2, 3, 4 og 5, varð raðfylgjan hendan:

Nr. 1. Paintballbreyt
Nr. 2. Villingarborg
Nr. 3. Park v/grill og wc
Nr. 4. Stað at selja vaflur, ís, bomm o.s.v.
Nr. 5. Skoytuhøll og/ella ein djóragarð, har næmingarnir sjálvir passa djórini

Onnur hugskot, sum nevnd vera eru:
Kanningarstova, vakstrarhús, handilsmiðstøð, Game-sentur, savn, strond við Borðoyarvík, ísbilur, lasararevolvara (eins og paintball, men bara við lasara), 5-stjørnað hotel, djórahandil, 1-3 m og 5 m vippur, flogvøllur, bowling høll, stórt tivoli v/nógvum skreiðibreytum og svimjiskreiðibreytum (STÓRUR), Lalandia, ice-hockey og kúlu- og byrsu handil

Borgarstjórin var fegin um mongu áhugaverdu hugskotini og takkaði fyri initiativið frá næmingunum. Modellið verður komandi dagarnar standandi í Miðlan í Klaksvíkar kommunu, soleiðis at øll hava møguleika at síggja tað.
Fleiri myndir