Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugtakandi kvøld í Ósaskúlanum

Óli Olsen

Í gjárkvøldið løgdu menn fram stórfingna og áhugaverda ætlan um at reisa Nólsoyar Pálli varða á Biskupsstøð í Klaksvík. Í Havn fekk siglingarhetjan standmynd reista í Vágsbotni fyri nøkrum árum síðani, og nú er stundin so komin til Klaksvíkar, har Páll búði síni seinastu ár og hevði skip (einasta í landinum) liggjandi fyri teymi á vágni.

Í gjárkvøldið løgdu menn fram stórfingna og áhugaverda ætlan um at reisa Nólsoyar Pálli varða á Biskupsstøð í Klaksvík. Í Havn fekk siglingarhetjan standmynd reista í Vágsbotni fyri nøkrum árum síðani, og nú er stundin so komin til Klaksvíkar, har Páll búði síni seinastu ár og hevði skip (einasta í landinum) liggjandi fyri teymi á vágni.

Og tað er ikki smávegis varði, teir hava í umbúna. Bóndagarður Nólsoyar Páls við fýra lonum skal endurreisast í nærumhvørvinum á Biskupsstøð. Nólsoyar Pálsgøta í Klaksvík er sum kunnugt uppkallað eftir gæva kappanum, og nú verða aftur stig tikin honum til heiðurs.

Archibald Black, Albert Isfelt, Líggjas í Bø, Finnur Kjølbro og Anfinn Kallsberg søgdu á sera áhugaverdan hátt frá verkætlanini á hvør sínum øki. Alt tiltakið í Ósaskúlanum var væl skipað, og Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, leiddi fundin á fyrimyndarligan hátt.

Aftaná var dúgliga prátað í krókunum. Kaffi og smákøkur serveraði nýggja matstovan Fríða á Biskupsstøð (uppkallað eftir Royndini Fríðu). Eitt áhugavert og hugvekjandi kvøld var at enda komið.

Lítið klípi

Archibald Black hugleiddi eitt sindur um seinastu ferð Nólsoyar Páls til Danmarkar við Royndini Fríðu í 1808, at bretskt herskip tók Royndina um Skagen-leiðina, og at manningin varð tikin fanga.

Hetta fekk meg knappliga í tankar um tíðina á Handels- og Søfartsmusset á Kronborg í 2000. Hanne Poulsen granskari og rithøvundur, ið tá skrivaði bók um galeonsfigurar, gav mær upplýsingar um Nólsoyar Páll og vísti mær eitt nú bókina Prisonen, har hetta reglubrotið var at lesa um Nólsoyar Páll:

“En færøsk skipper, P. P. Nolsøe, sejlede med sit lille fartøj ud for at skaffe korn i truende hungersnød. Ved Skagen blev han opbragt af en engelsk orlogsmand, hvis chef var døv for bønner og forestillinger, og Nolsøe maatte med sorg og forbitrelse se sit skib forsvinde i søen. Sagen blev imidlertid indberettet, og admiralitetet gav ordre til at lade et tilsvarende skib udruste med alt fornødent, skænke det til færingen og give ham frit lejde hjem.”