Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugtakandi landslag í Svínoy: Væl vallaðar víddir

John William Joensen

Í Svínoy er nógv slættlendi, væl nýtiligt til bygging, um oyggin annars fær nútímans ferðasamband. Eiðið, har bygdin eisini liggur, er ein stórur lágslætti, og í landnyrðingsendanum er eitt útivið líka vítt slættlendi.

Tilsamans er talan um áleið 9 km2 av slættlendi á Svínoynni, sum er á hesum støðum:

1 – Svínoyareiðið er 1500 metrar breitt, fjøruslætt er báðu megin, og teir gomlu hildu tað vera ein stóran fyrimun. Hæddin er 33 metrar upp frá sjónum, víddin er umleið 2,5 km2

2 – Økið fram við tí sunnara víkarkarminum og út á Dragan er 2000 x 500 metrar. Víddin er umleið 1 km2

3 – Eystantil er økið frá eystara víkarkarmi tvørtur um Fugloyarháls, sum er 137 metrar upp frá sjónum og niðan á Eysturhøvda, sum er 344 metrar, og yvir á Dal móti Fugloynni. Víddin er umleið 4 km2

4 – Norðast er Vatnsdalur. Víddin er umleið 1,5 km2

Ein miðalstór oyggj

Við sínum 27,29 km2 telist Svínoy millum tær miðal stóru oyggjarnar her á landi.

Eitt nú er hon 2½ ferðir størri enn grannaoyggin Fugloy, sum við sínum 11,03 km2 er tann størsta av teimum lítlu oyggjunum.

Svínoy og Kalsoy eru nógv tær størstu útoyggjarnar í landinum.

Oyggjarnar í km2:

  1 – Streymoy   374
  2 – Eysturoy   286
  3 – Vágar   177
  4 – Suðuroy   165
  5 – Sandoy   112
  6 – Borðoy     95
  7 – Viðoy     41
  8 – Kunoy     35
  9 – Kalsoy     31
10 – Svínoy     27
11 – Fugloy     11
12 – Nólsoy     10
13 – Mykines     10
14 – Skúvoy     10
15 – Hestur       6
16 – St. Dímun       3
17 – Koltur       2
18 – L. Dímun       1
 

Kl. Kommuna bert 3 ferðir størri enn Svínoy

Upprunaliga var Klaksvíkar Kommuna 72 km2 til víddar.

Mikladalur og Trøllanes eru íalt 14 km2, so kommunan er nú íalt 86 km2.

Svínoyar Kommuna er 27 km2 ella 31% av verandi Kl. Kommunu, so ein møgulig samanløgd kommuna verður ein triðing størri, enn Klaksvíkar Kommuna er í dag.

Bretar umhugsaðu flogvøll á Svínoy

Tá bretar undir krígnum kannaðu, hvar í Føroyum teir skuldu leggja ein flogvøll, var Svínoy eitt seriøst alternativ til Vágar.

Sambært svínoyingum var Leitisvatn avgerandi fyri, at valið fall á Vágar, tí bretar vildu hava møguleikan at lenda á vatninum har vesturi.

Væl egnað til ein flogvøll

Hóast tað ikki er aktuelt, so bert tað tó sera væl til at gera ein flogvøll tvørtur um Eiðið og fram við tí sunnara víkarkarminum og út á Dragan, longdin er umleið 3500 metrar í 30 metra hædd.

Um oyggin hevði havt nøktandi ferðasamband, hevði hesin verið eitt gott alternativ til flogvøllin í Vágum.

Sera stutt frá grannaoyggjunum

Svínoy, sum er tann næst eystasta í landinum, liggur stutt frá grannaoyggjunum.

Bert 850 metrar eru millum Viðoy og Svínoy. Dýpið millum hesar oyggjarnar er umleið 100 metrar. Frástøðan til Fugloyar er áleið tann sama.

256 fólk búðu í Svínoy í 1939

Fólkatalið í Svínoy er í dag gott 50, sum er sera lítið í mun til tað, sum tað einaferð var.

Beint áðrenn seinna heimskríggið búðu nevniliga 256 fólk ella áleið 5 ferðir núverandi fólkatalið í bygdini.

Landbúnaðar og frítíðarendamál

Vísandi til víddina og nógva, væl vallaða, slættlendi gevur Svínoy góðar møguleikar at hava stórdrift.

Oyggin er somuleiðis sera væl egnað til frítíðarendamál, bæði til at hava summarhús og til lættari og tyngri gongutúrar alt árið, serstakliga á vesturætt, sum er sera góð í Svínoy.

Bústaðarendamál

Nógva slættlendið ger Svínoy sera væl egnað til bústaðarendamál.

Har er góður sólargangur, og tað er kent millum svínoyingar, at kavin kemur oman at bøgørðunum á Viðareiði, áðrenn Keldufjall hvítnar í erva.