Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hummarar úr Miklagarði doyðu spakuliga

John William Joensen

Ein av nógv umrøddu søgunum hesa vikuna, var søgan um hummararnar i Miklagarði í SMS, sum vóru keyptir av vegetarum og settir í ”frælsi” á Havnarvág.

Ein av nógv umrøddu søgunum hesa vikuna, var søgan um hummararnar i Miklagarði í SMS, sum vóru keyptir av vegetarum og settir í ”frælsi” á Havnarvág.

(Red: Myndin er savnsmynd hjá Norðlýsinum)

Staðkend fólk vilja verða við at staði har hummararnir vóru slepir á sjógvin kundi neyvan verið verri valt. Har rennur ein á og tí er ikki saltur sjógvur á staðnum men tað sum vanliga verður rópt ”brakkvatn”, ein blandingur av sjógfvi og feskvatni. Hummarar tola nevniliga hvørki fesk ella brakkvatn, men doyr eftir stuttari tíð.

Nógv umtalaðu hummararnir liggja nú deyðir við munnan har Havnará rennur út við Kongabrúnna.

Um onkur einstakur humari ímóti øllum forvantningum, álíkavæl er sloppin undan, eru møguleikararnir hjá honum at yvirliva sera, sera, sera avmarkaðir. Orsøkin er at hummari búleikast ikki sunnanfyri Kalbaksfør ella flesjurnar á Tangafjørði.

Niðurstøðan er at hummararnir, sum stórt uppstandilis var um í høvuðsstaðarpressuni hava uttan iva fingið ein seinan og meira “traumatiskan” deyða enn teir sum vanliga endað sínar dagar í kókigrýtum.