Seinastu tíðina hava lesarar hjá Norðlýsinum vent sær til okkum og kært sína neyð, tí tey siga, at tað er blivið rættiligt hundaóskil í býnum.
Hundaeigarar boða frá, at tey ferð eftir ferð koma í trupulleikar, tá tey skulu ein túr við egnum hundi í Klaksvík, tí aðrir leysgangandi hundar leggjast á teirra hund.
Ein kona greiddi frá, at ein leysgangandi hundur enntá kom inn í teirra garð at órógva hundin hjá teimum.
Fólk heita á okkum á Norðlýsinum um at gera vart við hendan trupulleikan, sum tey siga hevur verið í eina tíð nú, men sum er blivin heilt stórur seinastu tíðina.
Í nøkur ár hevur kommunan annars havt eina vælvirkandi skipan við hundafangara og hundahúsi, har leysgangandi hundar verða beindir, og so krevur tað eitt gjald frá eigaranum, áðrenn hann fær sín hund aftur.
Tað er ein partur av trivnaðinum, at borgarar fáa havt hund í friði fyri leysgangandi hundum, og vit her á blaðnum vilja gera okkara part við at bera hesa heilsan fram á torg við vón og væntan um, at kommunan ger nakað við hetta.


