Valla nakrantíð áður, hava vit á Norðlýsinum fingið so nógvar klagur um leysgangandi hundar sum nú.
Býráðið hevði einaferð ein hundafangara, men vit hava skilt, at henda tænasta til borgararnar er niðurløgd og at hundar nærum hava frítt at fara í býnum, hóast tað als ikki er lógligt, at lata hund ganga leysan.
Og tá so er, er tað mangan politiið, ið stendur fyri skotum, tí partur av teirra tænastu er at síggja til at tað sum fyriferðst í samfelagnum er lógligt.
Tað kann tó ikki vera rætt at seta politistar at renna eftir øllum hundum í býnum, tí tað er hendan tænastan óivað ov kostnaðarmikil til og politiið eigur at hava tíð til at taka sær av álvarsamari málum enn at fanga leysgangandi hundar.
Men klagurnar, sum vit fáa um hundar snúgva seg ikki bert um teir, ið ganga leysir. Klagað verður eisini um, at á ávísum økjum í býnum er ikki framkomandi eftir gongubreytunum fyri hundalorti.
Hesa pláguna hava vit serstakliga fingið klagu um frá íbúgvum á Bumshamri, ið siga at har sær út sum um mannatrekkur liggur og sløðist eftir gongubreytunum.
Fólk eiga, tá tey eru túr við hundi sínum, at taka upp eftir honum, men sum skilst, so er tað ógvuliga sjáldsamt at síggja hundaeigarar gera nakað við hetta og tá tað tykist sum um sera nógvir leysgangandi hundar sløðast um býin fyri tíðina, afturat teimum, har eigarar ikki taka upp eftir sínum, er hetta blivið ein plága hjá fólki til gongu.
Fyri árum síðani høvdu vit eina slíka tænastu, har hundafangari tók leysgangandi hundar og gav bót, samstundis sum vit einaferð eisini høvdu ein parkeringsvørð, ið politikararnir í býráðnum fleiri ferðir hava lovað at seta á stovn aftur, men tað sær ikki út sum nakað hendir á hesum øki.
Tað sær næstan út sum um býráðið heilt hevur gloymt slagorðið "Reinur og fríður, Klaksvíkar býur".




