Fakfeløg í Norðoyggjum rópa varskó.
Verður uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan samtykt, er stórur vandi fyri, at hundraðtals arbeiðspláss í Norðurøkinum fara at hvørva um heilt stutta tíð. Tí vilja vit við hesum heita á politiska myndugleikan – og fyrst og fremst á tingmenn í Norðoyggjum, um at steðga ætlanini hjá landsstýrinum.
Kósin er krumtappurin í Norðoyggjum, har stórur partur av fólkinum vinnur sær til lívsins uppihald.
150 ársverk eru á virkinum og tilsamans 530 fólk arbeiða hjá felagnum, tá skipini eru tald við. Hesi fáa útgoldið meira enn 300 mió. krónur í lønum árliga. Eisini nógvar avleiddar vinnur eru treytaðar av virkseminum hjá JFK.
Vit hava tvær ferðir seinastu 25 árini upplivað, at virkið hevur staðið stilt, og tað er ein støða, sum vit ikki ynskja at uppliva aftur.
Tað vísir seg at vera sera tungt at reka eitt flakavirki, og neyðugt er tí, at onkur fíggjarliga sterkur stendur aftanfyri. Verandi samanseting við skipum og virki hevur víst seg at rigga væl, og tí stúra vit fyri, at um skipini missa síni rættindi, so fer virkið við í fallinum, og tað verður til óbótaligan skaða fyri alt Norðurøkið.
Um virksemið á Kósini steðgar upp, er stórur vandi fyri, at tað ikki fer í gongd aftur.
Hetta er ein sera álvarsom støða, og heita vit tí at tingmenn í Norðoyggjum og onnur við politiskari ávirkan um at gera alt í gerast kann, fyri at hetta ikki hendir.
Klaksvík tann 8. mars 2017
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Útróðrarfelag
Klaksvíkar Handverkarafelag
Útróðrarfelagið eystan Múla




