Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húni II komin á Føroya Sjómannadag – brúktu 47 tímar um túrin av Akureyri

Oliver Joensen

Ikki kann sigast annað enn at Føroya Sjómannadagur hevur fingið forkunnuga vitjan úr Íslandi. Úr Akureyri er fiskifari Húni komin á vitjan. 17 íslendingar vóru við hendan túrin til Føroya. Teir siga, at túrurin gekk væl, teir brúktu ikki meira enn 47 tímar um ferðina av Akureyri og á Klaksvík, higar teir komu í skýmingini um hálvgun áttatíðina í kvøld.

Tað er eitt áhugafelag á Akureyri, ið eigur bátin. Skipið er bygt á Akureyri í 1963, og eldsálir har hava ognað sær skipið at varveita. Um vetrarnar hava teir opið skip hvønn leygardag, har fólk eru vælkomin umborð til eitt prát og ein kaffimunn. Á sjómannadegnum leygardagin, fara tey, tey eru nevniliga 11 mans og 6 kvinnur, at hava opið skip, og tey biðja okkum heilsa og siga, at øll eru hjartaliga vælkomin umborð. Við sær hava tey harmoniku guitara og slíkt, og tey ætla sær at syngja fyri okkum.

Húni II var í vælmaktsdøgunum hjá skipinum brúktur sum línubátur, hummarabátur, sildaskip og annað mangt. 

(myndirnar hava Oliver og Victor tikið)