Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HURÐIN – Jákup Mikkelsen

John William Joensen

Í 27 dystum lat Jákup Mikkelsen einans 17 mál fara innum og tí er B36 føroyameistari 2005

Hóast HB skoraði tvífalt so nógv mál sum B36 so var hetta ikki nóg mikið tí B36 átti munin við landsliðsmálverjanum, fyrrverandi VB leikarin (Vágsheyggja Bóltfelag) Jákup Mikkelsen.
Hann hevur megnað at hildi mótstøðuliðini burtur frá fatinum í 12 dystum í ár og tí kann hann av røttum kallast "Mr. Clean Sheet" sum tað rópast á fótbóltssprogi.

Góðar viðleikarar
Tá undirritaði ringdi til Jákup og ynsktu honum tillukku við meistaraheitinum, takkaði hann fyri og var sera væl nøgdur.
– Tað hevur gingið sera væl hjá liðnum í ár og eisini havi eg verið so heppin at kunna spælt uttan skaðar og hevur hetta havt sera stóran týdning.
– Tá eg byrjaði í B36 kendu vit ikki serliga væl hvønn annan og tí var alt gjørt fyri at vísa, at ein kundi brúkast og tá tað eisini gekk væl í fyrstu dystunum, skaptist eitt álit millum okkum í verjuni og tí hevur tað gingið so væl í ár.
– Eg haldi fyrst og fremst at vit hava havt eina sera góða verju. Pól Torsteinsson hevur stýrt verjuni væl og hóast tað hevur verið ein ávís útskifting av leikarum, so eru allir komnir væl frá tí og vit hava havt sera gott fólk í verjuni.
– Tað er bert Skála sum hevur megnað at fingið fleiri enn eitt mál móti okkum í ár.

Jákup er væl fyri
Spurdur um hann er betur fyri í ár enn hann var í fjør tá hann spældi við KÍ, svarar hann játtandi.
– Tá eg byrjaði at venja við KÍ í fjør fekk eg skaða sum gjørdi at eg ikki kundi vera við í uppstartinum. Eisini fekk eg fipurspreinging mitt í kappingarárinum sum gjørdi at eg eisini misti onkrar dystir.
– Í ár havi eg havt onkrar smærri skaðar men teir hava als ikki nerva og tí havi eg kunna spælt alt kappingarárið og havi tí eisini verið munandi betri fyri.
Hóast Jákup ikki vil siga tað sjálvur so fara vit á Norðlýsinum at staðfesta at Jákup Mikkelsen uttan iva er munurin sum bar B36 á mál í ár.
Í 12 landskappingar dystum hevur hann megnað at hildið mótstøðuliðini burtur og tí kann hann av sonnum kallast Mr. Clean Sheet.
Ein av fyrstu málverjunum í KÍ sum var framúrgóður. Hann var nevndur  Karl í Norðurstovu og sum málverji fekk hann eyknevni Hurðin, tí eingin fekk bóltin inn um, og tí er hetta kanska besta føroyska heitið ein málverji kann fáa.

So í 2005 fara vit at útnevna Jákup Mikkelsen til ársins hurð.

Tillukku Jákup
Norðlýsið
John W. Joensen