Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hurra fyri okkum

Oliver Joensen

Hurra fyri okkum

So mátti hon koma, nøgdsemiskanningin, ið staðfestir, at vit føroyingar eru betri nøgdir og glaðari enn onnur fólk í heiminum. Bert spell, at vit smílast og flenna ov lítið og ikki vísa tað.

Tað er ikki altíð, at mongu kanningarnar eru so beinraknar. Viðvíkjari hesari, eru eftirmetingarnar so ymiskar, at sjálvt í tingsalinum helt onkur, at hon mundi vera bíløgd av samgonguni. Hetta varð tó avsannað.

Niðurstøðan av kanningini bendir á, at politikarar høvdu lítið og einki við innihaldið at gera. Tískil eiga hvørki samgonga ella andstøða at taka sær æruna av henni. Politikkur gjøgnumsúrgar kortini alt samfelagið, so grund er onkursvegna at undrast á niðurstøðuna. Millum fólk tykist nøgdsemið vera so sum so, meðan vit dagliga hava nógv at smílast og rista við høvdinum at, og kanska beinleiðis flenna eftir, samfelagsliga, ikki minst tá politikkurin hevur høvuðsleiklutin.

Avdúkað varð, at endamálið við kanningini var at fáa “samfelagsstemningin” upp. Hetta hevði ikki minst týdning fyri útheimin!! Nú eru vit á vandakós, sum provinsiellir jubelbíttlingar.

Eingin loyna, at vit duga væl at “snakka” tingini upp. Vera jalig, positiv. Orsøkin er eitt kent kompleks, smá samfeløg og fólk í smáum skóm ofta líða undir. Vansin er sjálvandi, at slíkt kann virka láturligt, verður tað yvirdrivið. Vit hava onga orsøk at krógva okkum, ella at smæðast burtur í heimshøpi, heldur tvørturímóti, men vit eiga ikki at gloyma, at vit eru ein av heimsins minstu pinkutjóðum, ið hevur virðing, serliga frá útheiminum, fyri neyðini.

Vit “snakka” landsliðið upp, Mejarí og tjóðpall, Klippfisk og (N)Hollywood, og meta fitta høvuðsstaðin ájavnt við risa metropolar úti í heimi. Vit eru ófør at klappa hvørjum øðrum á herðarnar, eta pinnamat, heiðra og geva heiðursmerki sum besti ella fremsti hetta og hatta. Ger ongin annar tað, so gera vit tað bara sjálvir, sum t.d. miðstaðarpressan. Vit kunnu smílast og kanska flenna eina løtu, so er alt farið aftur við borðinum. Hetta er alt rættiliga harmleyst, so leingi vit hava tað heima hjá okkum sjálvum.

Hinvegin slepst ikki undan at mong eru ónøgd við politikarar, sum ikki hava trúvirði:

Fólkapensjón, har kvinnur, móti tingsins vilja, politiskt ikki verða javnmettar við menn. Sentralistiskar politikarar, sum alsamt tosa um javna og demokrati, men júst skerdu demokratisk rættindi hjá valdømunum, og onkur stendur eftir við lyftisbrotum. Politikarar sum í sjálvsøkni tvíhalda um egin áhugamál, lønir og pensiónir. Politikarar sum biða útlandið um hjálp, tí kvinnur og einsamallir uppihaldarar heldur vilja búgva í Danmark o.sfr.

Vit eru ónøgd við at Heilsumálaráðið fíggjar eina loyniliga ætlan, sum formaðurin í FarGen støðugt so jaliga roynir at tosa upp, hóast vrakað av Siðsemisnevndini. Ætlanin er at at lesa og registrera arvastreingin hjá øllum føroyingum. Hetta er eitt etiskt og moralskt álvarsmál, men vit flenna, tí felagið heldur seg sleppa væl frá framferðini.

Tað sermerkta er, at hóast ónøgdina, so flenna vit føroyingar ofta kortini. Tí er úrslitið lutvíst eitt paradoks. Vit eru eisini ónøgd við bannið móti at eta grind. Men kanska ongantíð glaðari og nøgdari enn tá vit hugna okkum við turrum tvøsti, spiki og føroyskum eplum, ella einum feitum havhestaunga við drýli og øðrum góðum afturvið. Samstundis kunnu vit flenna at manninum við forboðnum, men lat alt hetta og kanningina sjálva bara vera okkara millum.

Harleyfacadeacryl