Byggimessa og bilframsýing verður í Klaksvík 2. og 3 .mai 2014. Badmintonhøllin í Klaksvík verður karmur um byggimessuna. KÍ høllin verður karmur um bilframsýningina.
Byggimessa og bilframsýing verður í Klaksvík 2. og 3 .mai 2014. Badmintonhøllin í Klaksvík verður karmur um byggimessuna. KÍ høllin verður karmur um bilframsýningina.
Á Byggimessuni kann tú millum annað fáa hugskot og vegleiðing til bygging, byggitilfar, hurðar, vindeygu, orkuloysnir og vvs.
Byggimessan setur fokus á bygging, byggifrøði, fígging og tænastur til bæði vinnu og privatfólk.
Tú sær tilboðini og fær beinleiðis samband við fólk í vinnuni, og kann eisini gera tínar bíleggingar á sjálvari messuni.
Í Badmintonhøllini er eisini matarstað, har tú kann keypa tær lættari máltíð, ella heitan døgurða við onkrum omaná.
FTS-TIMBER framsýnir á fyrsta sinni
Framsýningarbásurin er beint við matarstaði í Badmintonhøllini.
FTS-Timber við Jóhan Danielsen hevur veitt byggitilfar til Føroyar í nøkur ár, og er hetta so fyrsta messan FTS-Timber luttekur á.
Vøruúrvalið hjá FTS-Timber fevnir um flest allar vørubólkar, ið ein byggiverkætlan hevur tørv á.
Sjálv framsýningin á básinum er við hurðum, vindeygum, garaguhurum, hita-viðgjørt timbri, eldverjuni ”No-burn” og Stillasum.
Hita viðgjørda timbrið er sera haldgott móti rotið, ein virðiligur avloysari til impregnera tilfar, og so inniheldur tað ikki fremmand kemisk evnir.
Hita-viðgjørda timburi er gjørt til at klæða hús og bygningar við.
Eldverjan ”No-Burn” kann nýtast til brunaverju á alskyns tilfar, so sum stál, timbur, klæði og innbúgv.
Á básinum verður eisini víst, hvussu ”No-Burn” verjir plagg, ið er viðgjørt við ”No-Burn”.
Vindeygu og hurðar frá FTS-Timber eru kend í Føroyum, og yvirhalda øll byggi krøv, eisini tey sum koma í 2015, umframt flestu krøv sum koma í 2020.
Hevur tú til dømis tørv á amboðum og maskinum, flísum, máling ella køki, so eru FTS-Timber eisini tilreiðar.
FTS-Timber leggur seg eftir hágóðsku, góða tænastu og eina góða príslegu fyri kundan.
Jóhan Danielsen hevur sum timburmaður/meistari drúgvar royndur í byggivinnuni.
Vitjar tú básin, kann tú fáa eitt gott prát við Jóhan, um møguleikar við byggitilfari og aðrar tænastur frá TFS-Timber.
Leygardagin 3. mai er eisini ókeypis tunnilsdagur, so høvið er gott til eina hugnaliga vitjan í Klaksvík.




