Hevur tú hug til at menna eina nýggja húsavarðartænastu í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), so er tað kanska tær við sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
Húsavørði til Sambýlið á Heygnum, Sambýlið í Bøgøtu, Norðoya Ellis- og Vistarheim og Heimatænastuna, har høvuðsuppgávan verður at hava umsjón og viðlíkahald við bygningunum.
At koyra borgarar til og frá tænastum hjá NBH verður somuleiðis partur av starvinum.
Talan er um nýtt starv, og tí mást tú tola broytingar í starvsuppgávunum og skipanini av starvinum, sum tú fært møguleika fyri at mynda og menna.
Vit vænta av tær, at tú
- Hevur útbúgving sum handverkari
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
- Ert vælskipað/ur og røkin
- Dugir væl at samskifta og samstarva
- Ert virkisfús/ur og hevur áhuga í at menna tænastuna
- Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum
- Hevur koyrikort. Áteknað koyrikort kann vera ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er soljóðandi:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, leiðara fyri NBH, á tlf. 793401 ella við telduposti á marnae@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsdagin 7. november 2017.




