Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húsið á Fornagørðum er úrslit av framúr góðum samstarvi

Nordlysid

– Tað er ótrúliga stuttligt sum borgarstjóri at uppliva, hvussu nógv skilagóð og framsøkin úrslit kunnu spretta burturúr góðum dialogi og konstruktivum samstarvi, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, áðrenn hann handaði Mariu Matras, heilsufrøðingi hjá Gigni, lyklarnar til rúmligu og snotuliguj hølini í Húsinum á Fornagørðum, sum nú hýsir fleiri stovnum á trivnaðarøkinum.

– Tað er ótrúliga stuttligt sumborgarstjóri at uppliva, hvussu nógv skilagóð og framsøkin úrslitkunnu spretta burturúr góðum dialogi og konstruktivum samstarvi, segði JógvanSkorheim, borgarstjóri, áðrenn hann handaði Mariu Matras, heilsufrøðingi hjáGigni, lyklarnar til rúmligu og snotuliguj hølini í Húsinum á Fornagørðum, sumnú hýsir fleiri stovnum á trivnaðarøkinum.

 

 

Hósdagin 10. mars 2016 varð almenn móttøka í nýggjuhølunum hjá Gigni í Klaksvík, sum nú er partur av Húsinum á Fornagørðum.

 

Írøðu sínari legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, dent á, at Húsið á Fornagørðum– sum nú fevnir um stovnarnar: Barnaverndartænastan í Norðoyggjum, NámsfrøðiligaRáðgevingin, Sernám og nú eisini Gigni – er úrslit av góðum samstarvi millum kommununa, privatavinnulívið, almennar stovnar og avvarðandi aðalráð í landsstýrinum.

 

– Eg eri bæði fegin ogerrin av, at vit nú enn einaferð savnast til móttøku fyri einumstovni, sum er fluttur inn her á Fornagørðum.

 

– Tað eru bara 10mánaðir gingnir, síðani vit seinast stóðu her og gleddust um, atBarnaverndartænastan, Námsfrøðiliga ráðgevingin og Sernám vóru fluttinn á ovastu hædd í bygninginum.

 

– Í dag legst so ennein tænasta afturat hópinum, og eg vil beinavegin nýta høvið at ynskjatykkum hjá Gigna hjartaliga vælkomnum og til lukku við nýggjuhølunum.

 

Klaksvíkar kommuna raðfestir børn og ung

Í røðu sínari legðiborgarstjórin eisini dent á, at býráðið í hesum valskeiðnum hevur brúkt nógvanpening, tíð og orku til verkætlanir innan barna- og ungdómsøkiðí Klaksvíkar kommunu.

 

 – “Børn eru fátækra manna ríkidømi”. Hetta ereitt gamalt orðatak, sum ikki vildi sleppa mær aftur, tá eg hugsaði um,hvat eg skuldi siga til móttøkuna her í dag.

 

– Orðatakið sigur sonógv í sær sjálvum, haldi eg. Sum pápi lærir man skjótt, at børninieru tað dýrabarasta, vit eiga; bæði sum foreldur, men eisini sum samfelag.Tí eiga vit sjálvandi at verja og hjúkla um hetta ríkidømi okkara.

 

– Og so er tað nokkikki neyðugt hjá mær at greiða tykkum frá, hví vit seinastu árinihava brúkt so nógvan pening, tíð og orku til verkætlanir innan barna-og ungdómsøkið í Klaksvíkar kommunu. Verkætlanir sum til dømis nýggjaskúlan, øktu barnaansingarplássini og so Húsið á Fornagørðum.

 

– Eg trúgvi, attað er lætt at skilja, at vit gera hetta, tí vit sanna, at børninieru okkara ríkidømi og okkara framtíð. 

 

Betri umstøður til fakfólk

at veita enn betri tænastu

– Nú heilsufrøði til børnog ung eisini verður ein integreraður partur av Húsinum á Fornagørðum, so rúmarbygningurin eina veldiga tænastu til børnini í norðoyggjum ogfamiljur teirra.

 

– Her eru sosialráðgevar,sálarfrøðingur, námsfrøðiligir ráðgevar, talilærarar og nú eisiniheilsufrøðingar. Húsið á Fornagørðum er vorðið ein ordiligur depil,har ómetaliga nógv vitan er savnað á einum stað. Her hava vit nógvdugnalig fólk, við góðum arbeiðsumstøðum, sum bæði eru nútíðarhóskandi ogliggja sentralt í býnum. 

 

– Hetta tryggjarborgarunum í kommununi eina fantastiska tænastu, og hendan tænastaner samstundis ein íløga í menningina og vælferðinahjá okkara børnum og ungu.

 

– Ein íløga í framtíðina,sum vit óivað fáa fleirfaldaða aftur, segði Jógvan Skorheim,borgarstjóri.

 

Hetta staðfestir, hvussu stóran

týdning vinnan hevur í Klaksvík

– Tað serligavið hesum húsinum er eisini, at vit sum kommuna og land eruleigarar, ímeðan eigarin er at finna í privatu vinnuni. 

 

– Tað, at eitt so stórtfelag sum Christian í Grótinum stendur sum eigari av húsinum ogleigar tey út til hesar týdningarmiklu trivnaðareindirnar, prógvar tannrisastóra týdningin, sum okkara vinnulív hevur fyri virksemið í Klaksvíkyvirhøvur. 

 

– Og sum borgarstjórifegnist eg sjálvandi stórliga, hvørjaferð aktørar úr vinnunigera íløgur í okkara kommunu, og hetta er ikki minst galdandiher á Fornagørðum.

 

Tøkk til landsstýrið, Sernám og Gigni

– At enda vil eg eisininýta høvið at takka avvarðandi landsmyndugleikum fyritað fyrimyndarliga samstarvið, sum vit hava. Her hugsi eg bæði umHeilsumálaráðið, sum varðar av Gigna og Mentamálaráðið, sum varðar av Sernám.

 

– Tað er ótrúligastuttligt sum borgarstjóri at uppliva, hvussu nógv skilagóð ogframsøkin úrslit kunnu spretta burturúr góðum dialogi og konstruktivumsamstarvi.

 

– Takk fyri, at vit samankunnu gera so stórar íløgur í okkara børn og ungu.

 

– Og enn einaferð,hjartaliga til lukku við nýggju hølunum, segði Jógvan Skorheim,borgarstjóri, áðrenn hann handaði Mariu Matras, heilsufrøðingi, lyklarnar tilhølini hjá Gigni í Húsinum á Fornagørðum, har Maria dagliga starvast samanvið  Karin Lassen, heilsufrøðingi.

 

Stjóri hjá Gigni er BjartaVilhelm, og varastjóri er Ingvør Justinussen, sum báðar eisini vóru við tilmóttøkuna hósdagin.