Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húsið í Klaksvík 10 ár

Dávur Winther

Á Facebook verður boðað frá, at HÚSIÐ í Klaksvík hevur 10 ár á baki í dag, 28. februar og at í hesum sambandi verður ein konsert kl. 22 í kvøld, har har Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu spæla og syngja.

Húsið er fyri øll børn og øll ung frá 3. flokki til 17 ár. Her kunnu tey spæla teldu, mála, seyma, spæla pool, spæla borðfótbólt, spæla borðtennis, spæla playstation, hyggja í sjónvarp, spæla tónleik, hugna sær við einum góðum drekkamunni, lesa eina góða bók, spæla spøl í spælirúminum, dansa ella okkurt heilt annað – stendur at lesa á heimasíðuni.

Vit hava opið allar gerandisdagar, har dagurin er skipaður í tveimum pørtum, so at børnini eru inni um dagin, meðan tey ungu sleppa inn um kvøldið, verður lagt afturat.

So í kvøld eru allar “húsvættrar” vælkomnar til konsert kl. 22 og tær eru eisini vælkomnar at taka ein vin við sær, stendur at lesa í andlitsbókini.

Harleywoodpaint