Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður

Jóhann Lützen

Nýggj hús skulu byggjast á matrikulin, sigur borgarstjórin

 

Eitt av elstu húsunum í kommununi verður nú tikið niður. Húsið er bygt í 1884 og hevur staðið á varðveitinarverduga listanum hjá Kommununi. Vit hava sett okkum í samband við Karl Johansen, borgarstjóra at frætta nærri um málið. 

Eftir at undanfarni eigari fór í annað ljós, hava arvingarnir haft ætlanir um at ríva húsini niður og byggja nýtt. Áðrenn tað settu teir seg í samband við kommununa. Tekniska umsiting kannaði húsini og tey eru full í fýri og landsmyndugleikarnir upplýstu at húsið ikki er friðað. Hetta varð lagt fyri Klaksvíkar býráð, sum samtykti at geva loyvi at byggja nýggj hús á matriklinum, sigur Karl Johansen við Norðlýsið. 

 

Um húsini sigur Varðveitingarbólkurin:

Húsini hjá Jóan Paula og Poul Johannes í Horni 
Húsini eru samanbygd. Jóan Pauli byggir í 1884, og sonurin Poul Johannes byggir uppí heimanfyri seinni.

 

Sí varðveitingarlistan her