Tiltikni kultbólkurin úr Leirvík ger comeback og fer á pallin á Summar Festivalin við øllum sínum kendu sangum.
Tað var í 1991, at Húskallur góvu eitt kassettuband út, sum síðani hevur verið tráspælt í føroyskum útvarpi. Sangir sum Ria, Bóndin Hungrar (Knarvakotið), Hans Ansger og aðrir sangir fingu rættiliga fastatøkur á fólki, og framvegis eru hesir sangir at hoyra.
Nú ger bólkurin, sum stóð aftanfyri hesar klassikarar, eitt rimmar comeback við framførslu á Summar Festivalinum. Húskallar úr Leirvík eru farnir aftur í venjingarhølini, og tá teir fara á pallin á Summar Festivalinum verður tað við sangum sum Hans Ansgar, Riu, Beiggjar, Bóndin Hungrar og Aftur Nú.
Oddamenn í Húskallum eru leirvíkingarnir Kaj Johannesen og Jákup Alberg Eliasen, og afturat sær hava teir ein væl mannaðan og væl spælandi bólk. Guitarleikararnir Leivur Thomsen, Hjalti Joensen og Eyðun Mohr Hansen sveiggja ravmagnsspakar í felag, ímeðan Hans Petur í Brekkunum og Ólavur Olsen blása horn í strategiskum støðum. Ein av landsins stinnastu rútmueindum, mannað av Rógva á Rógvu á trummum og Jón McBirnie á bass fer at halda grýtuni kókandi. Magnus Johannesen og Finnur Hansen trýsta tangentar og syngja við, og miðskeiðis í fjølmenta rokanum fara originalu húskallarnir, Kaj Johannesen og Jákup Alberg Eliasen, við ágrýtnum sangi at festa eld í krútið.
Húskallar spæla á Summar Festivalium leygardagin 4. august




