Tíðirnar broytast, og reypið í fjósinum í Leirvík verður nú drigið út á stóra alnetið. Vitjið nýggja Myspace-profilin hjá Húskallum og upplivið gyltar løtur við Hans Ansgar og Riu
Hvør skuldi trúð, at Hans Ansgar skuldi enda á netinum. Tað eru næstan 20 ár liðin, síðani tiltikni sangurin um Hans Angsar kom út á einum analogum kassettubandi, men tíðirnar broytast, og eisini Húskallar fylgja við tíðini.
Samstundis sum tað varð kunngjørt, at Húskallar gera comeback og fara at spæla á Summar Festivalinum, hava teir eisini fingið ein profil á Myspace. Knarvakotið er digitaliserað og bjóðar seg fram millum øll hini framfýsnu á Myspace.
Á Myspace-profilinum hjá Húskallum ber til at lesa eitt sindur um kulbólkin úr Leirvík, onkrar myndir verða at síggja, og so ber sjálvsagt eisini til at hoyra nakrar av gomlu klassikarunum hjá bólkinum.
Vitjið www.myspace.com/huskallar
Jú, tað er eitt verri skil, nú Hans Ansgar er komin á alnetið.




