Jógvan við Keldu, vit hava ikki brúk fyri skápskommunistum!
Tað kemur heilt klárt fram í viðmerking í Sosialinum hin 11/5-2005, at Jógvan við Keldu er harmur um ta ljótu viðferð, sum hann sigur at "kraddararnir," sum hann sjálvur kallar teir, hava fingið frá serkønum fólki, Tjóðveldisflokkinum og Fólkafloksungdómi.
Fyri tað fyrsta, á hvønn hátt lítisvirða okkara vælútbúnu okkara "falliterandi" høvuðsvinnu? Jógvan við Keldu skrivar – (atlit er ikki tikið fyri villum í siteringunum í viðmerkingum hjá Jógvan við Keldu í Sosialurin 11/5-2005, sum standa í kursiv):
" Ikki er ov nógv sagt, at tosið ídag líkist prátinum tá, burtursæð frá, at ídag er margfeldi av fastløntum droymarum bæði í politikki, fólki á almennum og hálvalmennum stovnum og tey, sum liva av studningi úr landskassanum, økt"
Hvussu ber tað til, at margfeldi av omanfyrinevndu størvum er økt, tá ið Jógvan við Keldu og Fólkaflokkurin hava sitið við valdið tey seinastu níggju árini? Hvar eru privatiseringarnar av teimum "hálvalmennu størvunum" hjá Jógvani við Keldu, og hvar er borgarligi politikkurin hjá Fólkaflokkinum vorðin av? Í valskránni hjá Fólkaflokkinum stendur
" Almenni sektorurin betri og bíligari
Fyri at almenni parturin av samfelagnum kann koma í betri javnvág við vinnuliga partin, má bygnaðurin í landsumsitingini gerast meiri brúkaravinaligur og bíligari at reka. Almennar fyritøkur – tá tað er til fyrimun fyri landsbúskapin – verða einskildar so við og við eftir fastari ætlan, so tað tænir føroyskum áhugamálum best."
Hví er almenni sektorurin so vaksin síðstu árini, tá ið Jógvan við Keldu sjálvur hevur sitið í samgongu í níggju ár? Hví kann landsstýrismaðurin ikki halda seg til evnið um rækjustuðul? Er Jógvan við Keldu tómur fyri fornuftigari argumentatión?
" Á politiska pallinum, hevur Tjóðveldisflokkurin verið tann mest ídni at lopið á okkara fiskivinnu, tá talan í ávísum førum hevur verið alment um at lyfta nakað uppundir, fyri ávísir partar ikki skulu fara fyri bakka. Nú hevur Tjóðveldisflokkurin altíð staðið fyri øllum ella ongum, svørtum ella hvítum, og nú sær tað út til at fólkafloksungdómur tekur væl undir."
Hvørji ítøkilig dømi hevur Jógvan við Keldu, at Fólkafloksungómur stendur fyri svørtum ella hvítum, øllum ella ongum? À hvørjum grundarlagi vil Jógvan við Keldu undirbyggja sín omanfyristandandi pástand? Er tað bara tí, at vit í lesarabrævi vilja vísa flokkinum á ta liberalu loysnina, ið byggir á skynsemi?
Tað, sum undrar okkum stórvegis er, at landsstýrismaðurin við Innlendismálum vísir á fakfeløg og einstaklingar úr Klaksvík í 1993, tá ið hann sjálvur sat sum borgarstjóri, sum kláraðu seg uttan almenna uppíblanding, tá ið alt hongdi á gomlum naglum. Vil tað siga, at, neyðloysnin úr Norðoyggjum, Jógvan við Keldu, heldur, at almennur stuðul er rætti hugburður at vísa mótvegis okkara fiskivinnu?
Nei, Jógvan við Keldu og aðrir, sum vilja geva rakstarstuðul. Meldið tykkum í annan flokk, tí Fólkaflokkurin er ikki ein flokkur fyri skápskommunistar. Takið annað skinn um bak og haldið tykkum til tað, ið reiðararnir sjálvir ynskja, nevniliga liberalan vinnulívspolitikk. Ein millión um árið til hvørt skip, er ikki eingongd nokk til eina nýggja koyggju.
Eitt er at vera ósamdur, sum vit eru í málinum um rakstarstudning til rækjuvinnuna, við leistinum hjá samgonguni, men at leika soleiðis í, sum Jógvan við Keldu ger, førir okkum ongan veg. Hann má sum landsstýrismaður kunna taka kritik og vera undangongumaður, tá talan gerst um diplomati og konsensus. Stuðulin til rækjuvinnuna er eitt prinsippielt mál, tí Fólkaflokkurin í stevnuskánni er ímóti almennum stuðuli. Teir siga m.a. beinleiðis í stevnuskránni:
"Fiskivinnan í tryggar karmar:
Høvuðsvinnan skal mest møguligt hvíla í sær sjálvari uttan almennan stuðul. Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlag undir skynsomum fiskifrøðiligum heildaratliti. Útbúgving og gransking skulu menna vinnuna og økja úrtøkuna við somu veiðinøgd.
Rækjuvinnan skal fáa betri karmar at vinna seg uppaftur.
Hendan er ein av mongu orsøkunum til, at bæði Fólka- og Sambandsflokkurin eiga at slóða fyri, liberalur vinnulívspolitikkur aftur verður settur á dagsskránna!
Við vón um, at borgarligu flokkarnir fara at vísa liberala sinnið og ikki niðurgera teir borgarligu veljarnir í málinum um rakstarstuðul til rækjuvinnuna.




