Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvaðani stavar nissan?

Danial Viðoy

Jól: Nissan ella vætturin, sum hon eisini verður nevnd, er ein partur av verðsligu jólunum. Men hvaðani stavar hon og hvør er upprunin til hesa veru. Hon er eldri enn jólamaðurin, siga fólk, sum eru køn innan økið.

Jól: Nissan ella vætturin, sum hon eisini verður nevnd, er ein partur av verðsligu jólunum. Men hvaðani stavar hon og hvør er upprunin til hesa veru. Hon er eldri enn jólamaðurin, siga fólk, sum eru køn innan økið.

Tað stundar til jóla; nú eru bert átta dagar til jólaaftan. Samvirke hevur eina grein um nissuna í morgun, sum vit fáa íblástur frá.

Nissan var ein gamal húsgudur

Tað var í norðurlendskum londum pátrúgv, at nissan var ein húsgudur. Hetta var, áðrenn kristindómurin orduliga tók yvir. Tað finnast ikki haldgóð prógv um júst hendan pástand. Harafturímóti vita vit, at tað var vanligt í Rómverjaríkinum, at hava ein lítlan mannligan figur standandi viðsíðunarav eldstaðnum. Hetta skuldi verja familjuna frá øllum illum og bera eydnu. Líkt er til, at hetta hevur verið eitt slag av eini nissu.

Nissan er eldri enn jólamaðurin

Eina ferð mitt í 1800-talinum tóku vit jólamannin upp á tal, men tá høvdu nissurnar verið ”til” í eina rúma tíð frammanundan.

Vit kenna fleiri klassiskar sagnir um nissurnar, sum argaðu og um nissurnar, ið vardu eitt hússetur. Í Norðanlondum var nissan lík einum ungum dreingi, sum var vaðmalsklæddur við eini reyðari topphúgvu. Nú kalla vit hesa húgvuna fyri nissuhúgva.

Nissan, ella vætturin, sum tað ofta verður nevnt í sagnunum, búði á einum garði. Oftani helt nissan til á loftinum ella úti í hoynum. Nissan hjálpi húsbónandum so leingi hon fekk søtan greyt frá honum. Um nissan ikki fekk greyt, var óeydna í væntu.

Niels er eitt nissunavn

Nissa er eitt navnorð, sum stavar frá Nis, sum er eitt kelinavn fyri Niels. Hjá dønum er Niels ein menning av halginavninum Nicolaus. Han var barnanna halgimenni, og gjørdist í 1800-talinum jólamaður.